Viðhvørt verður farið ov langt í lóggávu. Um ein vøra verður keypt onkustaðni frá, so tryggjar man sær í viðskiftatreytum, hvussu farast skal fram við gjaldi, levering o.ø. Tað sømir seg ikki at fara at lóggeva um, hvussu fakturering skal fara fram. Heldur ikki, um man eitur almennu Føroyar.
Nú er tað soleiðis, at almennu Føroyar hava Búskaparskipan Landsins. Eingin fær at vita, hvat henda skipan hevur kostað, men óivað er skipanin so snild, at tað burdi verið lagamanni hjá Fíggjarmálaraðnum at tosað øll til rættis viðvíkjandi fyrimunum, og tá tað kemur til, hvussu fakturering skal fara fram.
At leggja um til elektroniska fakturering eigur at henda, tí at allir partar síggja tað snilda í hesum, og ikki tí at tey vera bukað uppá pláss við einari lóg.
Lóggáva skal ikki brúkast til at trýsta ávís sløg av umsiting niðurum oyrini á fólki. Um Búskaparskipan Landsins ikki kann implementerast, uttan at lóggáva skal til hjálpar, so er hon ikki nóg góð. Um Fìggjarmálaráðið ikki klárar at sannføra stovnar og onnur um, at elektronisk fakturering er vegurin fram, uttan at kunna hótta við lógarbroti, so er ráðið ikki sina uppgávu vaksið.
Eitt er at senda eina rokning til ein skúla ella landsstovn og so verða biðin um at rætta hana, tí hon ikki hevur rættan tekst. Eitt heilt annað er at fáa at vita, at man fremur lógabrot við ikki at fylgja einari ávísari mannagongd, sum best kann karakteriserast sum reint administrativ.
At Føroya Løgting skal lóggeva rokningar til at passa til eitt ávíst KT format er skeivt. Eitt ávíst KT format, uttan mun til hvussu gott ella snilt, verður skjótt ótíðarhóskandi sum øll onnur KT format á marknaðinum.
Eisini vil ein slík lóggáva merkja, at allir stovnar og grunnar – sum annars burdu verið undantiknir, um teir ynsktu tað - verða bundnir tættari at Búskaparstýring Landsins og mugu helst gjalda meiri til hesa skipan. Ein skipan, har almenningurin ikki veit, hvussu nógv hon hevur kostað og kemur at kosta framyvir.
Tað kann væl vera, at elektronisk fakturering er vegurin fram, men tað er ikki rætt í Føroyum at gera sum í Danmark, og lóggeva um tað. Fíggjarmálaráðið má læra seg kunstin at hava ein dialog við stovnar, grunnar og tað privata, heldur enn bert at kopiera danska lóggávu,
Megnar Fíggjarmálaráðið ikki at selja seg sjálvt og sínar mannagongdir, so er loysnin ein øðrvísi framferðarháttur og kanska eitt sindur meiri av eyðmjúkheit yvirfyri kundunum hjá sær, heldur enn at órógva tingið við at royna at gera umsitingarligar mannagongdir til lóggávu.
Tað má ikki henda, at eitt ráð uttan nakað sleppur at buka fólk í høvdið við lóg, ístaðin fyri at skula argumentera fyri tað snilda í sínum loysnum. Viðhvørt eiga politikarar at noyða embætisverkið at umhugsa eina tillagan til samfelagið rundanum, heldur enn altíð at loyva teimum at forútseta tað øvugta. Vónandi fellir tingið lógaruppskotið um elektroniskar rokningar av tí grund.