Lýggjari fyrst og síðani kaldari aftur

Eitt hátrýst yvir Skotlandi og Hetlandi fer spakuliga í ein sunnan og seinni í ein landsynning. Týsdagin fer eitt lágtrýst móti Grønlandsfjørðinum av suðri og brúgvaløg haðani fara komandi dagarnar framvið vestri við lýggjari og óstøðugari veðri. Seinni í vikuni kemur eitt rák av kaldari luft væntandi inn yvir oyggjarnar av norðri aftur.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin um 6 stig. Í nátt gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Okkurt æl, men seinni klárar í og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, sum fer í ein útsynning. Okkurt æl, men møguliga sólglottar. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og nógv regn. Hitin um 6 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s og um náttina lækkar í ein sunnan. Skýggjað og regn, seinni támut og regn ella sirm. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina niður í 4 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s, sum seinni fer í ein útsynning og øtlar í stívt andøvsgul, 10 m/s. Skýggjað og regn, men um kvøldið samdrigið og okkurt æl. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av útsynningi ella ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina niður í frostmarkið, í støðum frost.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum sum frá líður snarar í útsynning og norðan og øtlar nakað. Samdrigið og ælaveður, um náttina lutvíst vátaslettingur. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig, í støðum frost.