Í Danmark, Noregi og aðrastaðni er tað vorðið vanligt, at myndugleikarnir avdúka fólk, sum eru komin úr Eysturevropa at arbeiða, uttan at tey hava tey neyðugu loyvini.
Týsdagin gjørdi løgreglan í norska býnum Drammen eitt átak ímóti ólógligari arbeiðsmegi. Tá átakið var liðugt, hevði løgreglan tikið 23 fólk úr Russlandi, Ukraina og Hvítarusslandi. Tað vísti seg, at eitt felag hevði fingið tey 23 til Noregs at arbeiða, og at eingin teirra hevði uppihalds- ella arbeiðsloyvi. Í summar tók løgreglan í Drammen 19 eysturevropearar, sum arbeiddu har ólógliga. Tað var sama felag, sum hevði fingið tey at koma til Noregs.
Løgreglan hevur ikki gjørt av, um hon fer at leggja sak ímóti felagnum, sum hevði fingið fólkini til Noregs og síðani leigað tey út sum bíliga arbeiðsmegi. Løgreglan vil ikki siga, hvat felag talan er um, men sambært blaðnum Aftenposten var tað eitt felag í Danmark, sum hevði fingið eysturevropeararnar til Noregs at arbeiða.