Løgmaður: Andstyggiligt álop á unga mannin

Á landsstýrisfundi fyrrapartin varð málið um grova álopið á ein ungan mann í Havnini í vikuskiftinum umrøtt. - Eitt slíkt álop, sum eftir øllum líkindum er rasistiskt motiverað, er andstyggiligt og tað vekir djúpa skomm, at slíkt yvirhøvur kemur fyri í landi okkara.

- Her mugu myndugleikar, politikarar, foreldur, skúli ? ja, hvør og ein okkara gera sítt til, at slíkt ikki fær loyvi at henda, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, fer nú at taka samband við løgregluna fyri at vita, hvat løgreglan og politiski myndugleikin í felag kunnu gera til tess at fyribyrgja rasismu og harðskapi millum ung.

Harafturat fer landsstýrið nú í vár undir sonevndu SSP-verkætlanina, sum er eitt samstarv millum sosiala-, skúla- og politimyndugleikan, og millum annað hevur til endamáls at leggja upp fyri slíkum harðskapi.

Fyrsti SSP-fundur verður 11. mai.