Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur í skrivi sent fjølmiðlunum, at hann ikki er rætt endurgivin í Sosialinum farnu dagarnar. Undir yvirskriftini »Blaðstjórin á Sosialinum villleiðir« sigur løgmaður soleiðis:
»Blaðstjórin á Sosialinum endurgevur ikki rætt, tilvitað ella ótilvitað í greinum um mín persón og um feløg sum eg havi átt partabrøv í, eg havi og komi ongantíð at siga ósatt um nøkur viðurskifti.
Tað er beinleiðis manipulatión at taka skuld úr roknskapi, og ikki taka ogn við, og seta tað á prent.
Havi ongantíð sagt at einki felag hevur mist pening av felagi sum eg havi átt partabrøv í, líkamikið um eg havi átt 1/3 av partabrøvum í felagnum ella 16,66 % av partabrøvum í felagnum.
Og tað er rætt at okkara felag KRK Holding misti meira enn 5 mió kr uppá syrgiliga húsagangin hjá Faroe Seafood og var ein høvuðsorsøk til at okkara felag var tikið við í fallinum, ein syrgilig søga sum Sosialurin átti at verði ov góður til at válkað sær við stórari skaðafrøði«, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður.
Hetta ger hann í kjalarvørrinum av, at Sosialurin hevur víst, at feløg sum løgmaður varðar av, hava givið landinum, altso TAKS, tap.