Løgmaður fekk stórriddarakross

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, varð í gjár heiðraður við íslendska stórriddarakrossinum Tað var íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, sum handaði Jóannesi Eidesgaard stórriddarakrossin sum viðurkenning fyri arbeiði løgmans at menna samvinnuna millum íslendingar og føroyingar.

Ólafur Ragnar Grímsson vísti í hesum viðfangi á, at føroyingar lótu sendistovu upp í Reykjavík í gjár.

Forsetin segði seg vænta, at sendistovan fer at geva uppaftur størri møguleikar fyri øktum og fjølbroyttum samstarvi millum londini bæði.