Í morgin, sunnudagin, verður mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett. Tað verður á samkomu norðanfyri Bylgjuna klokkan 14. Tað verður Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sum fer at halda røðu, og tað verður gjørt burturúr eitt nú við at Føroya Ellisakfør, MC Føroyar, Team Rynkeby, Roysnið og Eysturoyar Gongufelag hvørt á sín hátt og úr ymsum bygdum í kommununi fara at luttaka.
Beinir og Rani fara at syngja og spæla klokkan 14, eftir at borgarstjórin hevur røtt verður Wolfgang at hoyra, og so verður farið til fótbóltsdyst við Løkin, har tað klokkan 16 verður kommunuuppgerð millum NSÍ og Skála.
Mikudagin 25. apríl verður flaggdagur, og flaggdagshaldið er partur av mentanarvikuni. Flaggdagshaldið verður klokkan 14 uttanfyri Skótahúsið við Løkin. Tá fer Aksel V. Johannesen at halda røðu, ítróttarfólk og skótar fara at ganga í skrúðgongu frá Skúlanum við Løkin og út til Skótahúsið, og eftir flaggdagshaldið verða fyrstu ódnartøkini í kappróðri í ár. Tað verður klokkan 15.30.