Løgmaður letur skjølini

Landsstýrismálanevndin fær hósdagin tey bæði skjølini, løgmaður liggur inni við, um Helenu Dam á Neystabø og pensjónsmálið

? Tað er eingin ivi um, at landsstýrimálanevndin hósdagin fær skjølini, hon hevur biðið um.

Hetta sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, í sambandi við, at tað í tíðindunum mikukvøldið kom fram, at hann hevur sýtt fyri at lata landsstýrismálanevndini tvey skjøl, ið hava samband við Helenu Dam á Neystabø og pensjónsmálið.

Løgmaður kom mikukvøldið aftur úr Danmark, har hann hevur verið gestur til setanina av Fólkatinginum, og tí hevur hann ikki fingið skrivligu áheitanina frá landsstýrismálanevndini um at fáa skjølni fyrr enn í kvøld.

? Tað er landsstýrismálanevndin sjálv, sum í nýggjari reglugerð hevur gjørt greitt, at alt samskifti skal fara fram skrivliga. Tí ber ikki til hjá formanninum at siga, at eg havi sýtt fyri at lata skjølini, fyrr enn eg havi fingið eina skrivliga áheitan frá nevndini, sigur løgmaður.

Anfinn Kallsberg fekk mikudagin munnligan fyrispurning frá landsstýrismálanevndini, um at fáa skjølini. Tá vísti løgmaður, sum var staddur í Danmark, á, at tað bar til at fáa skjølini frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, sum í veruleikanum eigur skjølini.