segði løgmaður seg vera bilsnan yvir brævið frá Niels Helveg Petersen, uttanríkismálaráðharra. Løgmaður helt tað vera løgi, at uttanríkismálaráðharrin segði tað vera neyðugt at hava ein her (egne væbnede styrker), fyri at gerast limur í NATO. Hann undirbygdi hesa staðfesting við at vísa á Ísland, sum ikki hevur nakran her, men kortini er limur í NATO.
Ísland er ikki limur í PfP
Í brævinum frá Niels Helveg Petersen stendur als einki um slíka treyt fyri limaskapi í NATO!!!
Men skulu vit hinvegin gerast limir í ?Partnership for Peace?, er neyðugt av hava egnan her. Ísland er ikki limur í ?Partnership for Peace? og tískil er ávísingin hjá løgmanni so heilt burturvið
Tá tú nærlesur umrødda bræv hjá N. H. Petersen, sum er dagfest 30. august í ár, og kannar nærri hvussu felagsskapirnir NATO og PfP eru skipaðir, undrast tú stórliga yvir alt sum løgmaður segði um brævið og um ætlan landsstýrisins.
Hví ikki ríkisfelagsskap og NATO?
Men hvat er tað nú fyri ein felagsskapur, sum er so áhugaverdur, og sum vit kanska skulu gerast limir í, aftaná at samgongan hevur limað okkum úr verandi ríkisfelagsskapi?
Limalondini eru millum annað hesi: Albania, Armenia, Azerbaijan, Belarus, Bulgaria, Croatia, Georgia, Kazakhstan, Romania, Tadjikistan, Turkmenistan, Ukraine, Uzbekistan og onnur fjarskotin lond.
Hvat er endamálið við at gera okkara verjupolitikk so ótryggan og ræðandi?
Hvat er endamálið við áhaldandi at íbirta nýggjar og heilt óneyðugar trupulleikar?
Hví ikki heldur lima okkum í NATO í verandi ríkisfelagsskapi?
Tórshavn 12.09.2000
Trygvi F. Guttesen