Løgmaður ørkymlaður av arbeiðsloysinum í Suðuroy

? Politiskt er støðan í Suðuroy ómetaliga tyngjandi fyri meg og øll hini umboðini, sum suðuroyingar hava valt inn á ting og nú má okkurt gerast, heldur Jóannes Eidesgaard

Økiskreppa

? Hetta er ógvuliga ørkymlandi.
Jóannes Eidesgaard ásannar, at vinnuliga kreppan í Suðuroy er ómetaliga tyngjandi, bæði fyri hann og fyri øll hini umboðini, sum suðuroyingar hava valt inn á ting.
?Hetta kann ikki ganga longur og nú má okkurt henda.
Tað er serliga nú í kjalarvørrinum av at 89 suðuroyingar hósdagin í einum høggi mistu arbeiðið á saltfiskavirkinum í Vági og á flakavirkinum í Hvalba, sum Fiskavirking rak.
Løgmaður fer nú enn einaferð at biðja Fiskavirking og Framtaksgrunnin um eina frágreiðing um støðuna í Suðuroy.
? Politiskt kann ikki góðtakast, at sama økið í landinum fer eftir ferð verður rakt so hart, sum Suðuroyggin er blivin seinastu árini, sigur løgmaður.
Hinvegin ásannar hann, at tað er avmarkað, hvat tað ber til at gera politiskt, tí Fiskavirking er uttanfyri politiska ávirkan.
? Tað almenna fer ikki aftur at reka skip og virki. Tann tíðin er farin og hana skulu vit ikki aftur til. Hinvegin eru bæði skip og virki í Suðuroynni, so tær fortreytirnar eru til staðar. Men tað má eisini vera so, at onnur sleppa framat teimum virkjum, sum Fiskavirking ikki brúkar, sigur Løgmaður.
Tí fer hann enn einaferð at geva til kennar mótvegis Fiskavirking, at politiskt er tað ynskiligt, at onnur sleppa framat teimum virkjum, sum Fiskavirking ikki brúkar.
? Arbeiðsloysið í Suðuroy er ein støða, sum eg eri ómetaliga harmur um, men tað er avmarkað, hvat vit fáa gjørt við vinnulívið.

Hjálpa til á øðrum økjum
Men løgmaður sigur, at umframt tað reint vinnliga, eru tað aðrir karmar, sum politikarar hava ávirkan á og kunnu gera nakað við.
? Og tað eru viðurskifti, sum vit arbeiða hart fyri at fáa í rættlag, fyri at bøta um støðuna,
Hann sigur, at tað fyrsta tiltakið í hesum sambandi er tilboðið til suðuroyingar um at seta rættiliga stóra bygging ígongd í oynni beinanvegin við miðnámsskúla og heilsuskúla í Hovi og røktarheimi í Vági.
? Tað er eitt tiltak, sum hevði skapt sera nógv arbeiðið í byggivinnuni og tað hevði eisini skapt nógv góð og støðug arbeiðspláss.
Men tað liggur eisini í kortunum, at onnur stig skulu takast. Eitt nú viðgerð landsstýrið eisini, hvussu fleiri almenn arbeiðspláss kunnu leggjast úti um landið og sostatt eisini í Suðuroy.
Hetta er ein viðgerð, sum samgongan er mitt í og tí vil hann ikki siga nakað um, hvørjir møguleikarnir eru.
Kortini ásannar hann, at tað loysir ikki trupulleikan við tí stóra arbeiðsloysinum fiskivinnuni, sum hevur tikið seg upp.
? Í hesum føri hevur Fiskavirking so mett, at tað er ikki grundarlag fyri at reka virkini víðari, í hvussu so er, sum støðan er nú.
? Tað er ein vinnulig meting burturav.
Men hinvegin minnist løgmaður eisini, at eisini undanfarnu eigararnir av virkjunum í Hvalba og í Vági, ásannaðu, at virkini høvdu givið hall.
? Men teir vístu á, at gongdin var við at venda og at teir sóu ljósari upp á framtíðina hjá flakavirkinum í Hvalba og saltfiskavirkinum í Vági. Og hesar báðar metingarnar eru í stríð við hvørja arða.

Àttu at góðtikið eitt avmarkað tap
Løgmaður heldur eisini, at Fiskavirking kundi umhugsa at sett pening av til eitt fyribils tap upp á virkini í Vági og í Hvalba í eina avmarkaða tíð, um útlit eru fyri, at framgongd aftur verður í fiskivinnuni seinni.
? Fiskavirking og Framtaksgrunnurin hava havt tað avgjørda sjónarmið, at tað, sum ikki ber seg, má fara.
?Men kortini umhugsar Framtaksgrunnurin, sum eisini eigur Fiskavirking, at seta meiri pening í Smyril Line, hóast fíggjarligu úrslitini hava verið vánalig.
Men fiskivinnuna í Suðuroy umhugsar grunnurin als ikki at seta pening í fyri at varðveita virksemið í einum stórum landsparti í Føroyum.
Sjálvandi ber ikki til, at virkini geva støðugt hall. Men er talan um fyribils afturgongd, eigur ein fyritøka eisini at megna at seta pening til í einum avmarkaðum tíðarskeiði fyri at varðveita virksemið.
Tí kundi eg hugsa mær at at fingið at vita Frá Fiskavirking og Framtaksgrunninum, hvørjar ætlanir teir hava við Suðuroynni og hví virkini í Hvalbaog Vági eru stongd, og um talan er um ein trupulleika í Fiskavirking yvirhøvur, at tað gevur hall, ella um talan er um at tað bara eru virkini í Hvalba og í Vági, sum góvu hall.
? Tað ringasta er, at mistreystið er farið at breiða seg og tí mugu vit gera, hvat vit kunnu, fyri at venda gongdini.
Onkuntíð hevur verið tosað um at gera ein Suðuroyargrunn, sum kundi hjálpt til at fíggja vinnulív í Suðuroy?
? Tað skal er ikki seta meg ímóti sum so. Men støðan í Suðuroy er tann, at har eru nokk av virkjum, sum eru í góðum standi og nokk av maskinum og tólum. Trupulleikin er, at tað er Fiskavirking, sum eigur tey. Men tað eigur at bera til hjá øðrum at sleppa framat teimum virkjum, sum Fiskavirking ikki brúkar, sigur Løgmaður.
Hann sigur, at meginparturin av tí, sum varð játtað í almennu Sandoyarætlanini, fór til at gera virkini ístand fyri. Tann trupulleikan hava suðuroyingar ikki og tí kann støðan í Suðuroy ikki rættiliga samanberast við støðuna í Sandoynni.