Løgmaður til Álands at kunna seg um ES-limaskap

Í morgin fer Jóannes Eidesgaard á almenna vitjan á Álandi. Eitt av endamálinum hjá løgmanni við ferðini er at kunna seg um álendska ES-limaskapin

Í morgin fara løgmaður Jóannes Eidesgaard og konan Anita á almenna vitjan á Álandi. Hetta er fyrstu ferð, at Jóannes Eidesgaard vitjar Áland.

Á skránni eru fleiri fundir og vitjanir, men løgmaður ætlar at leggja dent á at frætta um álendska ES-limaskapin. Áland er limur í ES sum partur av finska ríkinum, eins og Føroyar høvdu verið tað sum partur av danska ríkinum, um føroyingar høvdu valt ES-limaskap.

- Eg havi skilt, at tað er ein ávís ónøgd á Álandi um ES-limaskapin, tí landið hevur avgjørt onga ávirkan á tað, sum hendir í ES, sigur Jóannes Eidesgaard.

Áland hevur stórar inntøkur av ferðavinnu, og tað ynskir løgmaður eisini at kunna seg um.

Ferðin hjá løgmanni og frú á Álandi endar mikudagin.