Hergeir Nielsen
Eins ógvuslig niðurstøðan er, eins ógvuslig er framferð løgmans í málinum um føroyska medábyrgd í píning av rættarleysum medmenniskjum.
Løgmaður er komin eftir og viðgongur nú alment, at amerikanska flúgvingin yvir Føroyum ma. verður misnýtt til ólógligan fangaflutning.
Tá so er, vildu vit hildið, at løgmaður langaði til beinanvegin, og royndi at støðga hesum ólógliga flutningi.
Men so er ikki.
Løgmaður tekur sær góða tíð, og sigur enntá, at hann fer at bíða líka til Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, einfer aftur lendur í Føroyum.
Tástani, tá hesin hevur dosera løgmanni okkara nakrar árligar yvirskriftir úr uttanríkispolitiska meldrinum, fer Føroya Løgmaður at gera greitt, at loyvið hjá amerikanska herinum at flúgva yvir Føroyum ikki má misnýtast til ólógligan fangaflutning.
Árliga hendingin, har vit undrast og øtast yvir atgerðarloysið í føroyskum uttanríkispolitikki, er aftur á okkum.
Løgmaður fekk hesi somu tíðindi fyri einum ári síðan, og so eisini í øðrum umførum frammanundan hesum, og kortini rekur hann sama vanvirðisliga politikk mótvegis hesum fólkum.
Hann fer enn eina ferð at ganga við til at leingja loyvið hjá amerikanska herinum at flúgva í føroyskum loftrúmi.
Hóast teknar løgmans royna at dylja tað, so skal enn eina ferð sláast fast, at Tjóðveldisflokkurin í uttanlandsnevndini enn eina ferð hevur mælt til at noktað hesum flutningi av píndum menniskjum.
Øll minnast uppgjørda stásið hjá løgmanni um ávirkan og avgerðarrætt í føroyskum uttanríkispolitikki.
Hvar er nú hansara ávirkan og hvar eru hansara avgerðir, spyrja vit.
Hann kundi um ikki annað, nú hann er spurdur, faksað Ríkisumboðsmanninum eitt føroyskt mótmæli móti áhaldandi flutningi og píning av rættarleysum medmenniskjum í føroyskum loftrúmi.
Men tað vil Føroya Løgmaður so ikki gera.
Á fundi í uttanlandsnevndini mælti eg sum tann einasti frá at geva loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi og at lenda í Føroyum við skaðiligum farmi, sum eisini varð biðið um.
Hvør flúgving, fram var farin í farna ári, varð ikki upplýst. Um nøkur flúgving var farin fram higartil í ár, varð heldur ikki uplýst, og hvussu vandamikil ella skaðiligur farmurin var, varð heldur ikki upplýst.
Vit fingu onga hóming av, um ætlaða flúgvingin var í samsvari við føroysk áhugamál ella ikki, og heldur onga hóming fingu vit av, hvør tilbúgving kravdist, um veruligur vandi stóðst av tí vandamikla farminum.
Nógva stásið, ið gjørt varð burtur úr Fámjinsskjalinum frá 29. mars 2005, ið skuldi tryggja Føroyum ektað innlit og veruliga ávirkan á uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti, sást enn eina ferð ikki vert tað pappír, tað varð skrivað á.
Danmark hevur av sínum eintingum givið Íslandi ábyrgdina og umsitingina av lofthavinum yvir Føroyum, og løgmaður ánar ikki, hvussu stór ferðslan í føroyskum loftrúmi er.
Tað kennist tí heldur kollut, at uttanlandsnevndin skal ráðgeva løgmanni, hvør kann flúgva í einum lofthavi, sum danir hava avreitt íslendingum at umsita og bera ábyrgdina av.
Loftvegis flutningur og píning av fangum og mannarættindi teirra eru ógvuliga viðkvom og nógv umrødd evni aðrastaðni í heiminum, har altjóðagerðin hevur flutt okkum munandi nærri hvør at øðrum.
Altjóða felagsskapir, harímillum Amnesty International, ST nevndin móti pining og ST serfrøðingar hava mælt til, at Guantánamo-legan verður latin aftur.
Kortini er fangalegan víðka, so hon nú rúmar 200 fangum afturat.
Nýggj lóggáva, sum beinleiðis er í stríð við altjóða mannarættindi, hevur millum annað við sær, at fangar kunnu sita lívstíð í amerikonskum varðhaldi uttan ákæru og uttan rætt til verju, har próvtilfar, sum er komið fram undir píning, verður nýtt móti teimum píndu.
Seinastu váttaðu tíðindini um árskifti frá FBI um píning av fangum í Guantanamo leguni, eru tengd at loftvegis flutningi av hesum fangum, og tá bendir nógv á, at vit standa hesum brotsverkum nærri enn gott er.
Upplýst er, at hesi brotsverk eru átøk framferðini hjá nazistunum undir seinna heimsbarda, og føroyingar spæla við.
“Vísandi til hesi brot á mannarættindini varð mælt løgmanni til at krevja av donsku stjórnini, at hon virðir mannarættindini og undir ongum umstøðum loyvir flutningi av hesum fangum í føroyskum lofthavi.”
Hugstoytt var, at eingin annar tók undir við hesum tilmæli.
Tíverri hómast eingi frambrot fyri føroyskum uttanríkis- og trygdarpolitiskum áhugamálum.
Uttanríkispolitiska heimildarlógin gevur ongar heimildir, og Fámjinsskjalið sæst ongan týdning hava fingið yvirhøvur.
Hóast løgtingið í síni tíð samtykti, at øll tiltøk mótvegis Irak skuldu góðkennast av ST, so lupu danir saman við øðrum á, og eru teir nú endaðir í einum borgarakríggið, sum løgtingið upprunaliga tók greiða frástøðu frá.
“Flúgving í føroyskum lofthavi við hernaðarflogførum er møguliga tengd at hesum kríggið, og mælt varð enn eina ferð løgmanni til at krevja av dønum, at Føroyar gerast leysar av tí skammiliga og óvirðiliga krígsgallskapi, sum danska ríkið er partur av, og at føroyskt lofthav undir ongum umstøðum verður brúkt til hetta endamál.”
Hugstoytt var, at eingin annar tók undir við hesum tilmæli heldur.
Men løgmaður, sum nú alment viðgongur, at talan veruliga er um mannarættindabrot, lenar seg uppafturá, og sigur seg bíða eftir, at ein av ráðharrunum, sum leyp á Irak, einaferð aftur kemur hendanvegin.
Tástani fer hann at gera vart við seg.
Neyðars líðandi menniskju, sum við løgmansins vilja og vitan verða flutt umvegis føroyskt sjó- og landaøki, verjuleys og rættarleys, til píningar, avhoyringar, ákærur og dóm.