Tað var ein alfaðirligur peikifingur á lofti í nýggjársrøðuni hjá løgmanni hesaferð. Anfinn Kallsberg nýtti gamlaárskvøld høvi til at heita á føroyingar um at vera siðiligir í orðaskiftinum um føroyskt fullveldi.
? Tað er einki dulsmál, at ósemja er um hendan spurning millum føroyingar. Tað hevur tað altíð verið. Men eg vóni, at tað upp undir fólkaatkvøðuna fer at bera til at hava eitt sakligt orðaskifti um fyrimunir og vansar við hesi ætlan.
? Eg vóni, at allir føroyingar fara at kunna taka støðu til hetta álvarsmál á sakligum grundarlag. Og eg vóni, at tann politiski skilnaður, sum ein fólkaatkvøða altíð hevur við sær, ikki fer at hava við sær skilnað millum persónar. Eru vit ein mentað tjóð, eigur tað at bera til at vera ósamd, uttan at tað elvir til persónligt agg, klandur og spjaðing.
? Eg fari tí at nýta hetta høvi til longu nú at heita á øll tey, sum fara at taka lut í orðaskiftinum upp undir fólkaatkvøðuna, um at vera saklig, siðilig og fólkalig. Eg fari at heita á øll um at minnast til, at vit skulu vera her í landinum, eisini aftaná ? uttan mun til, um úrslitið verður eitt ja ella eitt nei til ætlan landsstýrissins. Eydnast tað at forða fyri spjaðing og klandri, er nógv vunnið, segði løgmaður í nýggjársrøðu síni, sum hann helt í Tinganesi gamlaárskvøld.
Hvassorðaður móti dønum
Løgmaður tók eisini aftur í gongdina í fullveldismálinum og samráðingarnar við donsku stjórnina. Her var løgmaður eitt sindur hvassorðaður. Hann staðfesti, at danska stjórnin noktaði at fylgja vanligum samráðingarreglum og ferð eftir ferð breyt tær avtalur, sum landsstýrið og danska stjórnin høvdu gjørt.
Hetta var nakað, sum gav afturljóð í donskum fjølmiðlum, sum hildu, at løgmaður hevði verið heldur ógvusligur í sínum útsagnum um samráðingarnar.
Anfinn Kallsberg vísti í røðu síni á, at landsstýrið royndi at halda fram við samráðingunum, hóast danska stjórnin ikki vildi samráðast um fíggjarliga partin og ferð eftir ferð breyt gjørdar avtalur.
? Men á fundinum við donsku stjórnina 26. oktober kundu vit staðfesta, at vit ikki fingu eina loysn, sum var nøktandi, og sum vit mettu kundi fáa undirtøku frá Føroya fólki. Á hesum fundi kom eisini til sjóndar grundleggjandi ósemja um, hvørji rættindi føroyingar eiga sum tjóð, staðfesti løgmaður í røðu síni.
Anfinn Kallsberg ásannar, at hetta var ein ógvuliga hugstoytt uppliving fyri hann sum løgmann, og hann vísti á, at neyðugt var at fara frá samráðingarborðinum, um landsstýrið ikki skuldi siga frá sær aldargomum rættindi hjá føroysku tjóðini.
Men løgmaður er kortini glaður um, at landsstýrið áhaldandi royndi at fáa nakað burturúr. Hann staðfestir, at hesar áhaldandi royndir hava givið føroyingum eina týðandi vitan, sum er, at danska stjórnin ógvuliga treyðugt vil lata frá sær yvirvaldsrættin yvir Føroyum.
? Tað merkir, at skulu vit vinna Føroyum tjóðarfrælsi, mugu vit gera tað sjálv. Og tað er júst tað, landsstýrið er farið í holt við, segði løgmaður í røðu síni gamlaárskvøld.