POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Síðani Jóannes Eidesgaard, løgmaður helt sína triðju løgmansrøðu ólavsøkudag, hava floksformenninir í andstøðuni nýtt høvi til at gera viðmerkingar til røðuna. Sum vera man hava hesar viðmerkingar verið rættiliga atfinningarsamar.
Sosialurin royndi í morgun at fáa viðmerkingar frá Jóannesi Eidesgaard til sjálva løgmansrøðuna og til kritikkin frá andstøðuni, men løgmaður vildi ikki gera viðmerkingar fyrr enn hann hevði verið tingsins røðarapalli. Sostatt eydnaðist ikki at fáa eina samrøðu við løgmann, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Edmund Joensen, tingformaður, setti tingfundin í morgun klokkan 9, har løgmansrøðan varð umrødd. Stutt fyri middag slapp løgmaður framat, eftir at serliga formaður Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, hevði funnist hvassliga at verandi samgongu. Høgni Hoydal tosaði nógv í myndum segði m.a., at samgongan líktist einum fótbóltsliði, ið als ikki vil spæla fótbólt.
Jóannes Eidesgaard segði m.a. at í øðrum parlamentum var tað altíð við spenningi, at bíðað verður eftir hvat andstøðuleiðarin hevur at siga, men at hann var vónbrotin av røðuni hjá formanni Tjóðveldisfloksins í morgun.
Hinvegin rósti løgmaður framsøgumonnum Sjálvstýrisfloksins og Miðfloksins.
Løgmaður vildi vera við, at røðan var konkret, sum t.d. Miðflokkurin hevur sagt, at hon ikki var. Løgmaður vísti á, at eini 90 mál eru nevnd í løgmansrøðuni, og hann helt ikki, at Fólkaflokkurin átti so stóran part av røðuni, sum fleiri í andstøðuni vildu vera við.
Løgmaður vildi eisini vera við, at Høgni Hoydal vildi fremja karaktermorð ímóti honum, men hesum vísti Høgni Hoydal staðiliga aftur.