Løgmaður vendir aftur til eitt landsstýri í kreppu

Gjáramorgunin kom løgmaður aftur til landið, eftir at hava verið staddur í Danmark í feriu. Seinastu vikuna hevur politiski leikpallurin í Føroyum bíðað spentur eftir, hvat Anfinn Kallsberg fer at svara aftur til tær álvarsligu skuldsetingar, sum Tjóðveldistingmaðurin Tórbjørn Jacobsen alment hevur reist ímóti honum.

Mánamorgunin klokkan 6.48 koyrdi løgmaður av Norrønu á land á Bursatanga í Havn. Hóast arbeiðspláss hansara á Tinganesi liggur eitt hanagleiv harfrá, hevði løgmaður ongar ætlanir um at fara inn á gólvið á skrivstovu síni beinanvegin.
- Nú fari eg fyrst og fremst heim til Viðareiðis, segði løgmaður, tá vit hittu hann ígjøgnum opna bilrútin, meðan bilurin spakuliga koyrdi framvið Tollvaldinum.
Løgmaður vendir heim til eina ta verstu samgongukreppuna í síni góðu fýra ár í embætinum, nú Tórbjørn Jacobsen, tinglimur Tjóðveldisfloksins, meðan løgmaður var burturstaddur, alment hevur ákært hann og fiskimálaráðharran fyri at hava havt ov langar fingrar.
Nú løgmaður vendi heim aftur á klettarnar, eftir at hava hildið feriu á flatlondum, fær hann lítlan frið at pakka kuffertið út, tí tað, sum byrjaði sum ein ósemja um einskiljingarmál hevur ment seg til eina stjórnarkreppu fyri mannin í landsins leiðandi politiska embæti.

Ikki standa ósvaraðar
Fyri lítlari viku síðan segði løgmaður, sum tá var staddur í Danmark á feriu, at skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen ikki sluppu at standa ósvaraðar. Tá vóru boðini frá løgmanni tey, at hann vildi vita, um tað var Tjóðveldisflokkurin sum heild, ella bert Tórbjørn Jacobsen sum einligur svali, ið stóð aftanfyri skuldsetingarnar.
Løgmaður visti tá ikki at siga, um hetta fór at fáa avleiðingar fyri samgonguna.
Síðan tá hevur ein leiðandi advokatur staðfest, at løgmaður hevur grundarlag fyri at stevna Tórbirni Jacobsen fyri ærumeiðing, og tveir fyrrverandi løgmenn hava gjørt greitt, at embætið, sum Anfinn Kallsberg røkir, krevur av honum, at hann reinsar seg fyri skuldsetingarnar so ella so.

Fámæltur løgmaður
Síðan Tórbirni Jacobsen, í viðmerking týsdagin, legði løgmann undir ikki at hava kent mun á sínum og annra, hava hvørki formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, ella maðurin handan viðmerkingina ynskt at gjørt viðmerkingar, hóast fjølmiðlarnir hava verið í hølunum á teimum líka síðan.
Tá løgmaður vendi aftur til landið gjáramorgunin var hann heldur ikki nógv fyri at tosa um málið.
- Tað fyrsta eg fari at gera, verður at seta meg inn í alt tað, sum er sagt og skrivað um hesar skuldsetingarnar. Eg verði noyddur at seta meg ordiliga inn í málið áðrenn eg kann gera viðmerkingar til tað, segði løgmaður, áðrenn hann legði leiðina til Viðareiðis.
Í februar mánað í fjør vendi Løgmaður eisini heim til eitt Føroyar í stjórnarkreppu, tá Høgni Hoydal, táverandi landsstýrismaður við sjálvstýrismálum, av sínum eintingum bar eitt uppskot um fólkaatkvøðu um sjálvstýrisleist samgongurinnar í tingið, meðan løgmaður var staddur í London.
Tá var um tað reppið, at samgongusamstarvið varð uppsagt.