Løgmaður vil tálma vinnulobby

Tað líkist svartasta ongum, at vinnan situr við sjálvt samráðingarborðið, tá samráðst verður um fiskiveiðiavtalur og kvotabýti. Tað sigur løgmaður, sum heldur, at mannagongdin eigur a broytast.

Hann er og hevur verið undir øgiligum trýsti orsaka av ruðuleikanum og rumblinum í sambandi við Skálafjarðartunnilin. Ein verkætlan, sum er vorðin ítøkilig, tí ein effektiv lobby hevur ruddað slóð gjøgnum tær politisku og fíggjarligu forðingarnar, ið hava verið á vegnum. Til hon loksins rendi seg fasta í summar – tó helst bara fyribils.
Men kortini rennur Skálafjarðartunnilin ikki løgmanni til hugs sum tað fyrsta, tá hann verður spurdur um, hvørjari lobby hann kennir seg mest trýstan av.
Í veruleikanum merkir løgmaður næstan ikki beinleiðis lobbyávirkan á seg ella sítt embæti.
- Nú havi eg sitið her í fimm ár, og í mínum stóli merki eg lítið til lobbyismu. Men eg síggi væl, at roynt verður at trýsta ávís landsstýrisfólk, serliga tey, ið umsita málsøki, har stór peningalig áhugamál eru upp í, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Men hann heldur tað ikki vera ein trupulleika, so leingi spælt verður við opnum kortum.
- Opin, reiðilig lobbyisma er góð og ein partur av fólkaræðinum. Men gongur hon fyri seg í tí dulda, verður hon illgrunaverd og suspekt, slær løgmaður fast.

Líkist svartasta ongum
Hann er heldur als ikki fegin um, at lobbyisman í summum førum nærum rennur saman við politiska myndugleikan og almennu umsitingina. Til dømis tá samráðingarnevndirnar samráðast við onnur lond um fiskirættindi og kvotabýti, og umboð fyri reiðararnar sita við rundan um sjálvt samráðingarborðið.
- Tað líkist svartasta ongum, og tað er eisini ein mannagongd, sum heilt greitt eigur at broytast. Vit hava eisini tosað nógv um hatta, men tað er greitt, at hatta er nakað, vit skulu gera okkurt ítøkiligt við, sigur løgmaður.
Hann ásannar eisini, at aktørarnir í alivinnuni hava øgiliga makt, tá lógar- og regluverkið fyri alivinnuna skal snikkast saman
Tað er samanumtikið í teimum peningaligu áhugamálunum, at hann sær størsta vandan við lobbyistunum.
- Tá vit tosa um fiskivinnunýskipan, so er tað ikki bara ein spurningur um tilfeingisgjald ella uppboðssølu, tí harði bardagin um tilfeingið vil framvegis vera har, sama hvussu býtt verður. Soleiðis er tað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann ávarar tó ímóti at yvirdramatisera.

Verri fyrr
- Tað var nógv verri fyrr, tá næstan ongin regulering var í fiskivinnuni. Alt er vorðið hampuliga væl regulerað við lógini um vinnuligan fiskiskap, sum vit fingu miðskeiðis í 1990’unum. Vit skulu bara ansa eftir, at vit ikki geva einstøkum aktørum ov langan snór. Tað, sum vit eisini hava brúk fyri, eru betri mannagongdir viðvíkjandi hoyring, tí tað er ein stórur veikleiki í dag, at týðandi lógaruppskot ella uppskot um lógarbroytingar kunnu fara í tingið uttan hoyringsskriv.
- Eitt annað, sum er hart tilrongt, er størri fíggjarligur stuðul til flokkarnar at leita sær ráðgeving og serfrøðihjálp fyri. Við tí høvdu teir eisini verið betri ílatnir at takkla lobbyistarnar. Í Fólkatinginum, til dømis, fáa tinglimirnir stórar árligar upphæddir til hetta endamálið, sigur løgmaður.

Ímóti egnari sannføring
Tá tað snýr seg um tað meira humanu lobbyismuna, eitt nú frá LGBT, sær hann ongar trupulleikar, tó at hann í málinum um borgarliga vígslu av samkyndum hevur sett seg í eina støðu, har hann gongur ímóti síni egnu sannføring.
Hann mælir nevniliga samgongutinglimunum til at atkvøða ímóti uppskotinum um at loyva samkyndum at ganga í hjúnalag, sum tríggir andstøðutinglimir hava lagt fyri Løgtingið.
- Ja tað er ein løgin støða, tí persónliga eri eg fyri, at samkynd skulu kunna gifta seg borgarligt. Men hetta ger bara veruleikan enn meira sjónligan, nevniliga at 80 prosent av orkuni hjá einum løgmanni fara til at halda saman upp á samgonguna. Í øllum flokkunum, eisini í samgonguni, er ein órógv um ávís mál, sum ikki kann regulerast, serliga tá tað snýr seg um etisk mál. Sjálvandi skulu vit eisini kunna taka undir við andstøðuuppskotum, um tey eru skilagóð, men vit hava gjørt ta innanhýsis avtalu í samgonguni, at vit skulu hava eina felags støðu, um vit skulu taka undir við einum uppskoti frá andstøðuni. Eina slíka felags støðu kunnu vit ikki fáa í hesum málinum, og tí má eg mæla samgongutinglimunum til at atkvøða ímóti. Annars bróti eg samgonguavtaluna, greiðir løgmaður frá.
- Hetta málið vísir rættiliga væl, hvat hendir, tá verðslig, liberal hugsan og konservativur kristindómur renna saman. Eg tosaði nógv við samkynda amerikanska sendiharran í Danmark um júst hetta, tá hann var her og vitjaði fyri stuttum. Hann segði, at støðan her í so máta líkist ógvuliga nógv henni í USA, leggur hann afturat.

Spinn og trýst
Og so er tað Skálafjarðartunnilin. Kennir løgmaður seg í tí málinum als ikki sum eitt offur í einari stórari lobby-verkætlan?
- Nei, tað geri eg ikki. Tað er rætt, at ein sterk lobby arbeiðir fyri verkætlanini. Hon inniheldur allar teir sterku ingrediensirnar – stórkapitalin, stríð millum politisk vinstra- og høgraáhugamál, sterkar lokalar fraksjónir og annars øll tey, sum onkursvegna vilja upp í part, tí ongin einstakur investorur kann fremja hesa verkætlanina einsamallur. Men mínir trupulleikar í hesum málinum stava ikki frá hesum, men frá effektivum andstøðuspinni og tí sannroynd, at tríggir limir í samgonguni gingu ímóti, so eg var noyddur at krevja málið aftur fyri tingið, staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður.