Ólavsøkurøða
Høgni Hoydal hevur einki gott at bera teirri løgmansrøðu, sum Kaj Leo Johannesen helt á ólavsøku.
- Har var einki nýtt, og løgmaður kundi eins væl havt hildið somu røðu fyri 10 árum síðan. Tey positivu tingini, hann nevndi, eru ikki framd av hesi samgonguni.
Formaðurin í Tjóðveldi sigur, at røðan í størri mun enn nakað annað bygdi á heimastýrisligt túnatos, sum hann tekur til.
Avbjóðingar
- Røðan hevði einki veruligt samband við føroyska samfelagið og tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman hjá okkum í dag. Tær metingar, sum Kaj Leo Johannesen gjørdi sær av viðurskiftunum, vóru rættiliga nógv pyntaðar og tey mál, sum hann segði samgonguna vilja fremja, eru longu framd.
Formaðurin í Tjóðveldi heldur, at hetta er ein løgin og margháttlig støða at vera í, nú vit sum samfelag standa yvirfyri stórum avbjóðingum.
- Eg haldi ikki, at løgmaður sigur tingini, soleiðis sum tey eru veruleikanum eru, leggur hann aftrat.
Høgni vísir á, at hesir somu flokkar, sum sita við landsins leiðslu í dag, hava komið Føroyum í eina sera trupla støðu, men kortini hoyrist eingin eftirmeting av tí, ið sum hesir flokkar hava gjørt seinastu árini.
- Eingin eftirmeting og eingin endurskoðan, og hetta sakni eg álvarsliga, leggur hann aftrat.
Siðaskifti
-Vit hava rættiliga brúk fyri einum siðaskifti í Føroyum. Leggjast má veruliga á annan bógv, og ætlanir mugu leggjast, sum røkka út um eitt valskeið. Sum er, verður bara malið í ring.
Høgni Hoydal vísir á, at løgmaður slett ikki tosaði um viðurskifti, sum Tjóðveldi metir hava størsta týdningin, nú vit eins og onnur samfeløg mugu leggja á annan bógv.
- Kaj Leo tosaði bara um framhald av verandi politikki yvirhøvur – einum politikki, sum eingin politikkur er. Hann tosaði um fjarðar, ið als ikki hóska til fuglin, sum formaðurin í Tjóðveldi tekur til.
Hann heldur, at tað, sum føroyska samfelagnum í størstan mun tørvar í dag, er ein politikk, sum byggir á gransking, mentan og sosial viðurskifti, og har vinna bæði á sjógvi og landi er burðardygg.
- Tað kann vera skilagott at brúka 100 miljónir krónur aftrat til íløgur, sum løgmaður førdi fram, men skal nakað skilagott fáast burtur úr hesum, er neyðugt at endurskoða núverandi íløguætlan. Annars verður ikki peningur til nakað nýtt.
Stór mál
Høgni Hoydal vísir á, at bæði Føroyar og umheimurin ikki bert er raktur av fíggjarkreppu, men so sanniliga eisini eisini eini umhvørvis-og orkukreppu, har neyðugt er at leggja um til heilt aðrar framleiðslur, um vinnulívið skal klára seg frameftir.
- Tað er ostaklokkan, sum verður penslað út í hesi løgmansrøðu, har løgmaður og hansara fólk í landsstýrinum halda, at Føroyar bara kunnu liggja, her tær liggja – og síðan halda, at alt stendur væl til. Tað nyttar einki bara at fortelja fittar søgur, meðan alt hendir rundan um okkum, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.