Tríggjar fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið vera í dag. Dystirnir eru Víkingur-HB, KÍ-B36 og NSÍ-EB/Streymur. In.fo fylgir gongdini í øllum dystinum í Livescore skipanini. Allir dystirnir byrja klokkan 15.
Beinleiðs frásøgn á Livescore – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá tveimum dystum í dag. Í Sarpugerði millum Víking og HB, og í Klaksvík millum KÍ og B36. Rás2 fylgir eisini gongdini í dystinum millum NSÍ og EB/Streym.
Beinleiðis stroyming
Kringvarpið stroymar beinleiðis frá dystinum í Klaksvík millum KÍ og B36. Fyri at síggja dystin skal tú trýsta á linkið niðanfyri.
Stroyming: KÍ-B36 - Trýst HER
Her á in.fo koma reaktiónir, sjónbandamyndir og myndir frá dystunum í dag.
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið:
Leygardagin:
Giza Hoyvík – Skála 1-2
Sunnudagin:
Víkingur-HB (15.00) Beinleiðis á Rás2
KÍ-B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ-EB/Streymur (15.00)