Mark Levengood er kendur millum føroyingar fyri stuttligu bøkirnar "Gamlar konur verpa ikki" og "Kavafonnin grætur um sítt kalda lær - Ull er føroya gull", ið hann hevur givið út saman við Unni Lindell.
Í Svøríki og Finlandi er hann eina mest kendur frá ymiskum sjónvarpssendingum, ið hann hevur verið vertur fyri.
Men nú er hann farin inn á tað bókmentaliga økið, og bøkur hansara hava selt sera væl, og eru týddar til nógv ymisk mál.
Í Føroyum hevur hann verið tvær ferðir fyri umleið 20 árum síðani. Fyrstu ferð var hann við til vígsluna av Norðurlandahúsinum og spældi Ólavur Kongur í einum sjónleiki.
- Tað hendi mær so nógv løgin ting, tá eg var í Føroyum. Ting, ið eg enn minnist væl, sigur Mark Levengood, tá Sosialurin fekk fatur á honum.
- Eg minnist so væl handan sjónleikin, og at vit kvóðu og kvóðu, og eg helt ongantíð at vit gjørdust liðug, sigur hann og flennur.
Mark er sera prátingarsamur og tosar svenskt við finskari dialekt. Hann er føddur í USA og hevur amerikanskan pápa, men mamman er finlandssvensk, og Mark er uppvaksin í Helsinki. Í Svøríki hevur hann búð seinastu 20 árini saman við manni sínum Jonas Gardell. Eisini hann kendur rithøvundi.
Tað fyrsta ein sum føroyingur leggur til merkis í stuttsøgunum hjá Mark um Føroyar er, at hann hevur tikið blandar navnið á Hotel Vágum og kallar tað fyri Hotel Torshavn. Hetta hava føroysku vinir Mark sagt við hann, nú bókin er komin út. Men tað er kanska ikki so løgið, tí hendingarnar hann skrivar um eru 20 ára gamlar.
Mark skrivar soleiðis um tann ógvuliga serliga kokkin á hotellinum: "Eg veit ikki, hussu hann eitur, men hann goymir seg aftan fyri urtapottar og hurðar, og tá ein kemur gangandi, hoppar hann fram og rópar og geylar... ...tað ringasta av tí heila er, at hesin maðurin er kokkur á hotellinum, so hvønn dag eti eg tvær máltíðir, ið eru gjørdar av einum manni, sum leypur á meg aftan fyri urtapottar..."
Mark búði á Hotel Vágum, meðan hann bíðaði eftir, at tokan skuldi lætta, og at flogførini aftur fóru at flúgva. Í einum setningi fer hann enn tá so langt, at hann kallar hotellið fyri "hotellet från helvetet".
- Mær longdist bara aftur til Havnar, men eftirsum veðrið er sum tað er í Føroyum, slapp eg ongan veg, tí tú ongantíð veit, nær dimmið lættar, og flogferðslan fer í gongd aftur.
Hann flennir, tá hann greiðir frá, at í ferðalagnum var ein sokallaður "optimistkonsultur", sum bara lág í sínum kamarið og græt yvir at ikki sleppa avstað.
- Tað er so typiskt svenskt, tað er ikki altíð at teirra nógva tala hevur so nógv innihald, sigur hann. Og í bókini skrivar hann "eg lovi mær sjálvum, í loyndum, at ongantíð melda meg til hennara skeið í jaligum hugsunarháttið..."
Eitt annað møti, ið nógvir av ummælarunum av bókini hava skrivað um, er tað við nonnuni í Hoyvíkshaganum.
Mark skrivar soleiðis: "Tórshavn liggur vakurt í einari vík og hevur man ein frían eftirmiddag er einki betri enn ein túrur í teimum føroysku fjøllunum – ert tú heppin, sært tú hval á víkini, men tað er sjáldsamt... ....Hendan dagin var eg ikki einsamallur, tað var ikki ein hvalur, ið kom ímóti mær. Langt frá líktist skapilsi faktiskt eitt sindur einum hvali - svart og runt - men jú nærri tað kom, sá eg, at tað ikki var ein limur í djóraríkinum. Tað var ein nonna - og hon var ill..."
- Tær nonnur, eg havi møtt í mínum lívi, hava tær flestu verði lítlar og ógvuliga bestemdar, men hendan var ógloymandi, tí hon var so ill, sigur Mark.
Nonnan vildi sleppa at vitja sjúku systur sína í Luxemburg, men varð noktað hetta, og tí var øði spunnin í hana.
Annars sigur Mark, at hansara besta minni av føroyingum er teirra vinaligheit, og at teir eru eitt sindur smædnir. Hann hevur enn vinir úr Føroyum, men flestu teirra búgva nú í Keypmannahavn.
- Eg eri so stoltur av, at mínar fyrru bøkur eru týddar til føroyskt, tað er stuttligt at kunna senda tær til gamlar vinir á teirra móðurmáli.
Hann sigur eisini frá, at einastu umsetingarnar hann hevur goymt heima í bókhyllini, eru tær á norskum og føroyskum.
Um hendan bókin "Sucka mitt hjærta men brist dock ej" verður umsett til føroyskt, veit Mark ikki enn, men áhugi er fyri tí, eftirsum føroyingar hava tikið væl ímóti hansara fyrru bøkrum.
Hevur tú ongantíð hugsað um at komið aftur til Føroyar?
- Jú mangan, men Føroyar eru eitt sindur truplar at vitja eftirsum man ongantíð bara fer framvið har og kann steðga á, uttan ein má veruliga avgera at ferðast til Føroya.
- Men eitt havi eg avgjørt, og tað er, at eg komi við báti næstu ferð. Ein av ferðunum eg var til Føroyar var við báti, og tað var heilt ótrúligt, sigur hann.
Ert tú klárur yvir, at hotellið, tú kallar "hotellet från helvetet" - er sama hotell sum eg hevði mítt brúdleyp?
- HAHAHA ...hvussu var maturin?
- Fínur!
Fakta
Navn: Mark Levengood
Føddur: 1964
Býr: Stockholm
Familja: Maðurin Jonas Gardell og tvey børn
Karriera: Útbúgvin útvapsmaður. Millum 1995-99 var hann sendistjóri á Svenska Sjónvarpinum. Nú arbeiðir han mest sum rithøvundi, fyrilesari, og sjónvarpsvertur.
Bøkur: Givið tríggjar bøkur út á svenskum, sum síðani eru týddar til nógv ymisk mál. "Gamla tanter lægger inte ægg", "Gud som haver barnen kær har du någon ull" og "Sucka mitt hjærta men brist dock ej"