Løgreglan fær fleiri boð um fólk sum bróta tilmælið um sóttarhald

Annars verður nógv gjørt fyri at upplýsa fólk, sigur løgreglan

Tað er javnan, at fólk ringja til løgregluna at siga frá, at tey vita um fólk, sum ikki fylgja tilmælunum um at vera í sóttarhaldi.

Løgreglan sigur, at hetta eru einstakar fráboðanir, sum koma við jøvnum millumbili. Og aftur í gjár kom ein slík fráboðan um ein føroying, sum hevði verið uttanlands, og sum akkurát var komin heim, men sum beinanvegin gekk úti ímillum, uttan at virða tilmælunum um sóttarhald.

Her er talan um fólk, sum koma uttanlands, til Føroya, men sum ikki virða tilmælið um at fara í sóttarhald í 14 dagar og tað er týðiligt, at tey, sum ringja, føla seg illa við av hesum.

Viðurskiftini eru smá, so tað er lætt hjá fólki at leggja merki til um fólk koma til landið og virða tey ikki tilmælini um sóttarhald, eru tað summi, sum siga frá.

Men løgreglan vísir, at tað er ikki eitt krav, at fólk skulu vera í sóttarhaldi, og so leingi tað bara eru tilmæli, hevur løgreglan ikki heimild til at gera nakað við tað.

Annars sigur løgreglan, at nógv verður gjørt fyri at upplýsa fólk, sum koma til landið, um støðuna. Bæði tá ið flogfør koma, og tá ið Norrøna kemur, stendur løgreglan fyri ferðafólkunum og fær telefonnummar frá teimum og flýggjar teimum ein faldara við upplýsingum um, hvussu tey eiga at bera seg at.

– Tað kann ikki vera ókunnleiki, sum fær fólk at gera ímóti tilmælunum, heldur løgreglan.

Men tað stendur framvegis til fólk sjálvi at gera av um tey leggja í tilmælini, ella ikki.