Løgreglan í óføri

Leygarnáttina stongdi løgreglan tríggjar náttklubbar í Havn. Ivi er sáddur um heimildina at gera hetta, og ein av náttklubbunum ætlar at krevja endurgjald. Yvirvøldin tigur

Leygarnáttina fingu tríggir náttklubbar í Havn vitjan av løgregluni sum kravdi, at náttklubbarnir vórðu stongdir og gestirnir settir á dyr.

Club 20, Tórshøll og Manhattan gjørdu eftir boðunum hjá løgregluni, men nú er ivi sáddur um heimildina hjá løgregluni at steingja náttklubbarnar, og í hvussu so er ein av náttklubbunum ætlar at krevja endurgjald.

- Vit mistu einar 100.000 krónur, umframt at vit fingu ringu umtalu av hendingini, og tí er tað klárt, at vit fara víðari við málinum og hugsa um eitt endurgjaldskrav, sigur Toni Dam, stjóri í Club 20.

Mouldi Manai, sum eigur Manhattan, sigur, at hann fer í fyrstu syftu ikki at krevja endurgjald.

- Eg fari at biða løgregluna um eina frágreiðing um, hví teir stongdu Manhattan. Tá eg havi fingið hesa frágreiðing, kann eg taka støðu til eitt møguligt endurgjaldskrav, sigur Mouldi Manai.


Gjørdu eftir boðunum

Tað var eftir klokkan eitt leygarnáttina, at løgreglan fór húsagongd í náttarlívinum í Havn. Tórshøll, Club 20 og Manhattan fingu greið boð um at lata aftur, og uttan fyri bíðaðu bæði løgreglumenn og hundar.

- Vit royndu at vísa á, at vit høvdu loyvi at hava opið, men tað nyttaði einki, og tí lótu vit aftur. Fólkini fóru friðaliga út, sigur Toni Dam í Club 20.

- Tað skal eisini sigast, løgreglumenninir vóru hampuligir. Teir komu ikki inn at rudda hølið, men bóðu okkum sjálvi lata aftur.

Mouldi Manai gjørdi eisini av, at lata síni høli aftur, tá løgreglan troppaði upp.

- Tað nyttar ikki at fara at stríðast við løgregluna, og tí lótu vit aftur, tá løgreglan bað okkum tað, sigur Mouldi Manai, sum rekur Manhattan.

Eitt sindur av ófriði var í sambandi við afturlatingina av náttklubbunum, men alt lagaði seg uttan nakran veruligan samanbrest.


Loyvt at hava opið

Sambært tíðindunum í Útvarpi Føroya leygarkvøldið viðgekk løgreglan, at hon hevði gjørt eitt mistak við at lata Tórshøll og Manhattan aftur, tí hesi støðini høvdu loyvi at hava opið.

Sambært skeinkiloyvunum hava slík støð loyvi at skeinkja fríggjakvøld og leygarkvøld til klokkan 04.00. Hinvegin er ikki loyvt at hava dans ávísar dagar á árinum, og bæði Langi fríggjadagur og páskaaftan koma undir hesar avmarkingar. Hvørki Manhattan ella Tórshøll høvdu dans hetta kvøldið.

Hinvegin var dansur í Club 20, men her halda teir, sum reka dansistaðið, at løgreglan gjørdi eitt mistak leygarnáttina. Sambært teirra tulking av lógini er einki í vegin við at hava opið, og seinastu 13 árini hevur dansur verið í Club 20 eftir midnátt Langa fríggjadag, uttan at nakað er hent.

- Tað er vánaligt, at løgreglan soleiðis kemur á staðið og krevur, at vit lata aftur, tá vit hava loyvi at hava opið, sigur Toni Dam


Løgreglan málleys

Týsdagin royndu vit at fáa eina viðmerking frá teimum avvarðandi innan løgregluna til hendingina leygarkvøldið, men hetta lat seg ikki gera. Vit fingu onga viðmerking til, hví løgreglan vildi hava støðini at lata aftur, og hvør hevði givið boðini um hetta.

Leiðarin á politistøðini í Havn, Jón Klein Olsen, var á fundi allan dagin, og vit kundu tí ikki sleppa at tosa við hann.

Mogens Nepper Christensen, fúti, hevur verið burturstaddur á páskum, og Finn Ougaard, varafúti, var ikki at hitta fyrrapartin í gjár.