Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr kanningum av ymsum slagi. Tað er hetta, tey kalla miðvís átøk. Og í gjárkvøldið fóru tey undir eitt miðvíst átak ímóti rúsevnasmugling.
Í hesum sambandi var løgreglan á flogvøllinum í Vágum tá ið eitt flogfar kom í gjárkvøldið at kanna ferðafólk fyri at vita um nakar smuglaði rúsevni, men tey funnu ongan.
Í nátt var løgreglan á ferð í Havn og steðgaði bilum fyri at vita um nakar av bilførarunum høvdu kenning, men tað hevði eingin av teimu 30 bilførarunum, sum vórðu kannaðir.
Og í nátt var løgreglan eisini inni á fleiri skeinkistøðum at kanna um alt var eftir forskriftunum. Løgreglan sigur, at tað var nógv fólk í býnum, men tað var einki at finnast at. Í hesum sambandi verður kannað um fólk eru inni, sum eru ov ung, um skelting og rýmingarleiðir eru eftir forskriftunum o.s.fr.