Løgreglan kannar eitt innbrot á Strondum

Í gjár fekk løgreglan boð um eitt innbrot og herverk á Strondum. Talan er um tvær garasjuhurðar í einum húsum, sum stóðu í gerð, sum eru brotnar upp, og sum hava fingið skaða.

 

Enn er ógreitt um nakað er stolið úr garasjunum, men tað er løgreglan í løtuni í ferð við at kanna.

 

Annars hevur Løgreglan heilt fitt av arbeiðið at øllum útlendsku seglbátunum, sum koma til Føroya.  Løgreglan sigur, at talið er stórt og hvørja ferð skal løgreglan taka ímóti teimum at kanna um manningin hevur øll síni viðurskifti í ordan, bæði pass og onnur pappír. 

 

Tey hava heldur ikki loyvi at vera her longri enn tríggjar mánaðir, so tey fáa eisini eitt stempul í passið sum sigur, nær tey eru komin. Men Løgreglan leggur afturat, at tað kemur at kalla ikki fyri, at nakað er, sum ikki er eftir forskriftunum.