Løgreglan kringsetti byrsumann

Hósnáttina skeyt ein ørvitisfiskur óteljandi skot millum húsini í tættbygdum øki í Vesturbýnum í Havn. Løgreglan kringsetti húsini, bíðaði til maðurin var sovnaður og breyt inn í húsini og handtók mannin eftir fimm tímum. Vápnalógin er avoldað, tá slík fólk uttan nakað kunnu keypa lívshættislig vápn, heldur Jón Klein Olsen, støðleiðari

Fimm minuttir í eitt náttina til hósdagin, varð løgreglan í Havn boðsend til ein tilburð í Vesturbýnum, sum kundi endað galið, um illa vildi til.
Ein 34 ára gamal maður skeyt úr einari íbúð við einari sonevndari »pump-gun« byrsu. Nógv fólk ringdu um skotriðurnar, sum dundu millum tøttbygdu húsini, og tá løgreglan kom á staðið, helt hann fram at skjóta. Bæði upp í loft, niður í túnið og inn ímillum húsini.
Talan var um ein gamlan kenning hjá løgregluni, sum áður hevur hótt við byrsu. Hesa náttina hevði hann meira enn eina kenning.
Løgreglan mannaði seg upp, tilkallaði fleiri fólk og avráddi sínámillum, hvat frægast var at gera. Fyrst var kannað, hvør annar var í íbúðini, og tað vísti seg, at bara 27 ára gamla daman, sum eisini var ávirkað, var inni.
Løgreglan gjørdi av at bíða, til tey vóru sovnað. Klokkan 5.25 brutu politistarnir hurðina inn og tóku tey á bóli. Klokkan 6.05 vóru tey handtikin uttan stórvegis dramatikk.
Løgreglan kannar nú viðurskiftini nærri. Helst verður talan um eina bót fyri brot á politiviðtøkuna. Hóast stórur skaði kundi verið spurdur burturúr, er neyvan talan um brot á vápnalógina.

Óðamannaverk
Spurningurin er, um tað var rætt at bíða við at avvápna mannin, tí talan er um eitt deyðiligt vápn, sum skotið var við millum hús. Tað heldur Jón Klein Olsen, støðleiðari, at tað var.
? Tað er óðamannaverk at loypa á ein mann við byrsu. Vit tryggjaðu okkum fyrst, at ikki fleiri fólk vóru inni og valdu so at bíða, til tey kølnaðu niður. Vit kundu sjálvandi vápnað okkum til tenninar og lopið á, men ein slíkur maður er óútrokniligur, og tí kunnu vápnað løgreglufólk elva til, at hann ger okkurt, sum hann annars ikki hevði gjørt. Hjá okkum ráddi tað um at stinga fingurin í jørðina, so vit ikki upptrappaðu nakað, sigur Jón Klein Olsen.
Løgreglufólkini kringsettu húsini og hildu vakt alla náttina. Tey fastfrystu støðuna, sum støðleiðarin tekur til, og ímóti morgni gjørdu tey so bart og handtóku fólkini, sum nú sita í varðhaldi á politistøðini í Havn.

Avoldað vápnalóg
Málið reisir aftur spurningin um vápnalógina í Føroyum. Hesaferð var talan um eina kalibur 12 høglbyrsu, ein sonevnd »pump-gun«. Hon kann pumpast upp og skjýtir vanliga trý skot út í eitt. Í hesum føri var hon víðkað soleiðis, at hon kundi skjóta fimm skot eftir stuttari tíð.
? Tað er alt ov lætt at koma til skotvápn. Tað líkist púra ongum. Tú kanst fara til allar handlar, har tey selja byrsur, og ert tú yvir 18 ár, so fært tú byrsuna, tú vilt hava, uttan nakað hóvasták. Vit hava eina avoldaða vápnalóg í Føroyum. Eg haldi, at Nóa hevði hana við sær í ørkini í sínari tíð, men nógv er sum kunnugt broytt síðan tá, sigur Jón Klein Olsen.