Løgregluinnrás í Christiania

Danska løgreglan er farin í holt við eitt stórt átak í Pusher Street í Christiania, har eyðkendu sølubásarnir verða beindar burtur. Tað skrivar Danmark Radio fyri løtu síðani. 
  

Løgreglan upplýsir, at endamálið við átakinum er at tryggja økið í Christiania. Løgreglan vónar, at átakið í dag kann beina fyri ólógligu søluni av hasj, ið skipað brotsmannalið standa fyri.


Átakið í dag hendir í kjalarvørrinum av, at danska rættarskipanin hevur dømt fleiri persónar fyri skipaðan handil av hasj. Eystara landsrættur hevur seinastu vikurnar dømt 76 persónar í átakinum Operation Nordlys, har løgreglan og ákæruvaldið hava sett sjóneyka á skipaða og ólógligu søluni av hasj.


Talan er um seinasta átakið í eini longri røð av átøkum, har løgreglan síðan 2012 hevur megnað at minka um søluna av hasj við tretivu prosentum.