Lægri skattur og hægri barnafrádráttur

Næsta ár lækkar kommunuskatturin í Tórshavnar Kommunu 0,5%. Samstundis hækkar barnafrádrátturin 2.500 krónur fyri hvørt barnið.

Tað stendur í uppskoti til fíggjarætlan hjá Tórshavnar Kommunu er lagt fyri býráðið. Uppskotið javnvigar við 613 mill. kr. Í 2012 javnvigaði fíggjarætlanin við 636 mill. kr. Fíggjarætlanin er løgd út frá teirri fortreyt, at skattaprosentið lækkar úr 20,75% til 20,25% og barnafrádrátturin hækkar við 45% úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr.

Rakstarútreiðslurnar verða í 2013 í alt 507 mill. kr. og íløgurnar knappliga 98 mill. kr. Harafturat verða gjørdar íløgur á útvið 10 mill. kr., sum verða fíggjaðar av ikki brúktum íløgujáttanum frá undanfarnum árum.

Rakstrarútreiðslurnar økjast soleiðis við 7 mill. kr. og svarar tað til eina hækking á 1,3%. Men brúkaraprístalið er frá 2. ársfjórðingi 2011 til 2. ársfjórðing í 2012 hækkað úr 118,4 til 121. Hetta er ein vøkstur á 2,2%. Hetta merkir, at kostnaðarstøðið er hækkað væl meira enn vøksturin í rakstrarútreiðslunum.

Samgongan hevur lagt seg eftir, at raksturin skal økjast sum minst, uttan at hetta nervar tænastustøðið. Íløgurnar eru slakar 98 mill., umframt tær nevndu 10 mill. Lániskuldin hjá kommununi verður áleið 184 mill. kr. við árslok, og tá er ikki roknað við nýggjum lántøkum í 2013. Partur av láninum er ikki tikin enn, soleiðis at lániskuldin í dag er 145 mill. kr.

Les annars tíðindaskriv frá Tórshavnar býráð VIÐ AT TRÝSTA HER