Løgtingsarbeiðið byrjar aftur í dag, tá Løgtingið fer at viðgera ólavsækurøðu løgmans og ólavsøkupakkan Fyrsta mál á dagsskránni fyri tingfundin, sum verður klokkan 10 fyrrapartin, er umrøðan av ólavsøkurøðuni hjá Kaj leo Johannesen, løgmanni.
Síðani fer Tingið at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum til samtyktar um útreiðslukarm á løgtingsfíggjarlógini fyri 2010 og virkisskapandi tiltøk, bygnaðarlig tiltøk og rakstrartiltøk. Hetta málið skal í fíggjarnevndina aftan á viðgerðina.
Løgtingið hevur eisini sett týsdagin av til hesi bæði málini, og í morgin verður byrjað longu klokkan 9.30.