Eirikur Lindenskov
Farið verður ikki undir arvagranskingarætlanir, soleiðis sum Helena Dam á Neystabø hevur ætlað. Á tingfundi í gjár samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot frá Vilhelmi Johannesen, Jógvani við Keldu, Rúni Sivertsen og Kristiani Magnussen, tá eykajáttanaruppskotið var til triðju viðgerð.
Uppskotið frá teimum fýra tingfólkunum gongur út uppá, at upphæddin til undirkonto 23 Granskingarætlanir verður nýtt til at gera neyðugt lóggávuarbeiði og reglugerðir í samband við ætlaða arvagranskingina og at skipa fyri almennum orðaskifti.
Tað hevur seinastu dagarnar verið mikið stríð um, hvørt løgtingið skuldi játta 400.000 krónur til eina granskingarætlan, sum skal gerast saman við íslendsku fyritøkuni, Decode, ið starvast á privatum grundarlag - ella um rættari var at gera neyðuga lógargrundarlagið fyrst.
Málið varð til viðgerðar í tinginum næstseinasta fríggjadag - og var tað tá Kristian Magnussen, sum serliga gjørdi vart við, at tað var skeivt at játta pengar til hetta endamálið, áðrenn lógvarverkið var nóg væl fyrireika.
Slapp ikki at hoyra sipsemisnevndina
Tá broytingaruppskotið varð lagt fram í gjár, segði Vilhelm Johannesen, at hetta ikki var eitt partapolitiskt mál, og heitti hann tí á tingfólk um at lata vit og skil ráða.
? Fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burtur úr hesum máli, og síðani tingfundur var seinast, er nógv nýtt komið fram, segði hann, og vísti m. a. á samrøðu, útvarpið hevði við Rólant í Skorini, sum er formaður í siðsemisnevndini og til tað orðaskifti, sum var í Krosskasti í SvF. Í báðum førum varð greidliga mælt frá at samtykkja eykajáttanina, so granskingin kann fara í gongd áðrenn lógvarverkið er fyrireikað.
Vilhelm Johannesen, sum er Javnaðarfloksins umboð í fíggjarnevndini, segði eisini, at hann undir nevndarviðgerðini hevði biðið um at hoyra sjónarmiðini hjá siðsemisnevndini, men at hetta varð honum noktað. Nú hevði hann so hoyrt tey gjøgnum fjølmiðlarnar, og hetta helt hann ikki verða rætta arbeiðsháttin.
Vandamikið - endar tað í skevum hondum
Rúna Sivertsen úr Fólkaflokkinum, sum var ein teirra, ið legði uppskotið fram saman við Vilhelm Johannesen segði, at hon hevði fleiri dømi um, at hetta málið ikki er so einfalt, sum tað verður gjørt til.
? Í morgin (í dag, blmð) hittast ættargranskarar úr øllum Føroyum til stevnu í Havn fyri at stovna felag. Hesi fólk eru sera hørm um, at teirra arbeiði nú kanska skal misbrúkast. Tey hava tosað saman fyrr í ár, og har varð m. a. tosað um at leggja ættartalvur í databasa, men hetta verður nú eftir øllum at døma slept - av ótta fyri misnýtslu, segði Rúna Sivertsen..
Hon vísti eisini á, at ávís sjúka finst í Føroyum, sum kann sporast aftur til Bøhmen í Týsklandi. Men har eru eingir tilburðir av sjúkuni, tí øll tey fólkini eru burtur. Men sjúkan florerar í Ísrael. Hetta helt hon átti at givið fólki nakað at hugsa um.
? Ímyndið tykkum, at vit aftur fáa slíkar leiðarar, sum tey høvdu í Týsklandi, segði hon, og vildi við hesum vísa á, at ilt er at tryggja okkum, tá vit hava við so eymar upplýsingar at gera.
Javnstøðulóg og arvagransking
? Hvussu við frælsinum nú vit hava fingið javnstøðulógina? Hvussu verður nú frælsið hjá einstøku kvinnuni at verja fostrið, um tí nú bagir okkurt. Og hvussu verður við frælsinum at velja hjúnarfelaga, spurdi Rúna Sivertsen.
Hon vísti eisini á, at fólk, ið hava havt ávísar sjúkur, eru av danska heilsuverkinum biðin um at gera ættartalvur. Hesar talvur eru farnar víðari, og fáast nú til keyps frá ávísum persónum í Danmark.
? Hesi fólk fingu pengar fyri ættartalvurnar - og tað skiltu tey ikki reiðulig, segði Rúna Sivertsen.
Helena - hatta
er ikki álitisvekjandi
Jógvan við Keldu var eisini ein av uppskotsstillarunum. Hann var ómetaliga keddur av, at tað var neyðugt hjá Javnaðarflokkinum at seta samgonguna upp á pláss í hesum máli. Hann helt, at hetta átti samgongan sjálv at havt ornað.
? Grundarlagið undir slíkum er lógarverkið. Tí ber ikki til bara at túra fram - beint í móti øllum ávaringum, segði hann.
Jógvan við Keldu helt, at Helena Dam á Neystabø hevur borið seg skeivt at í hesum máli.
? Nú skal hetta ikki beinleiðis skiljast sum eitt missálit, men tað er ikki álitisvekjandi, at landsstýriskonan arbeiðir beint ímóti ávaringunum, og royni at kroysta málið ígøgnum so ella so.
? Helena Dam á Neystabø eigur at viðganga mistakið, og at taka málið aftur. Eingin verður verri av at viðganga, at eitt mistak er gjørt, minti Jógvan við Keldu landsstýriskonuna á.
Hann segði eisini, at henda støðan fekk hann at hugsa um, tá P-talið var til viðgerðar í rættarnevndini á sinni. Tá varð hann kroystur at taka undir við málinum, hóast hann var ímóti.
? Hetta geri eg ikki aftur, segði hann.
Nær fær tað avleiðingar?
Heini O. Heinesen segði, at málið ikki búgvið. Hann spurdi eisini, hvussu nogv ein landsstýrismaður kann gera, uttan at tað fær fylgjur. Hann vildi undir ongum umstøðum taka undir við at gjalda einum manni løn í seks mánaðir í 1998, tá bara tveir mánaðir eru eftir av árinum.
Ikki so stóran týdning
Jørgen Niclasen, fíggjarnevndarformaður gav tingmonnum rætt í, at raðfylgjan ikki var tann rætta. Men hann helt hetta ikki hava so stóran týdning, tí áðrenn granskingin fer í gond, verður lógargrundarlagið gjørt, so hann sá einki forgjørt í at samtykkja hetta eykajáttanaruppskotið. hann vísti eisini á, at tingmenn ikki sleppa at avgera hetta, tí siðsemisnevndin skal taka støðu til tað fyrst, og at tað í síðsta enda verður hon, sum avgerð málið.
Helena Dam á Neystabø tók undir við teimum tingmonnum, sum søgdu, at talan var um eitt viðbrekið mál.
? Men vit kunnu samstundis staðfesta, at hesin granskingarháttur hevur trongt seg inn á okkum, og at neyðugt tí er við einum orðaskifti um hetta mál.
Lóggávan verður fyrireikað fyrst!!!
Helena Dam á Neystabø legði dent á, at einki verður sett í gongd fyrr enn alt er fyrireikað og lóggavan um siðsemisnevnd er dagførd.
? Øll neyðug loyvi skulu fyriliggja áðrenn nakað fer í gongd og vit skulu taka ímóti ráðgeving aðrastaðni frá, segði hon.
Hetta er at senda SvartaPer víðari?
Dan Petersen reisti spurningin, um tað ikki bara er at lata svartaper fara víðari til siðsemisnevndina at siga, at tingið ikki avgerð málið - tí siðsemisnevndin skal siga gott fyri tí fyrst.
? Eg síggi ein paralell her til málið um neytini á Kollafirði fyri 20 árum síðani. Tá samtykti løgtingið, at neytini skuldu sleppa í land, um landsdjóralæknin gav loyvi. Tað gjørdi hann ikki, og hann hevur seinni sagt, at hetta var ein sera strævin tíð, har hann í eini viku mátti búgva saman við neytunum - við byrsu.
Dan Petersen helt, at tingið sjálvandi eigur at taka støðu í hesum máli - men at lógararbeiðið sjálvandi má fyrireikast fyrst.
Eru fyri gransking
Niðurstøðan av tingfundinum var tann, at tingmenn ikki vilja lata ætlaða arbeiðið fara í gongd nú. Tingmenn eru samdir um, at rætt er at vera við til slíka gransking, men at hetta skal fyrireikast væl og virðiliga fyrst.
Helena Dam á Neystabø vísti eisini á, tá málið varð fallið, at tingið ikki hevur steðgað arbeiðinum, men at arbeitt nú verður víðari, men við færri pengum.
17 tingmenn atkvøddu fyri broytingaruppskotinum hjá Vilhelm Johannessen við fleiri. 13 tingmenn tóku undir við meirilutaálitinum hjá fíggjarnevndini, meðan 1 tingmaður atkvøddi blankt.
Sosialurin vendir aftur til málið seinni.