Landsantikvarur
? Hetta málið er so undarligt, at Annlis Bjarkhamar skyldar okkum øllum eina forkláring. Ikki minst skyldar hon Sínum Arge eina forkláring.
Lisbeth Petersen, formaður sambandsfloksins, sigur, at hon skilir onki av tí, sum er farið fram í sambandi við setanina av landsantikvari.
Annars heldur hon, at tað er sera torført at gera nakrar tryggar niðurstøður í málinum, sum tað liggur í løtuni, tí tingfólk og almenningur fáa ikki fult innlit í málið og tí koma allir upplýsingarnir ikki fram.
?Men eftir tí, sum hevur verið at sæð og hoyrt, er framferðin hjá Annlis Bjarkhamar so atfinningarsom, at tað er ein spurningur um tjóðveldisflokkurin ikki hevði staðið seg best í longdini við at funnið annað flokk at røkt starvið sum landsstýrismaður í mentamálum.
Hon heldur, at tað er mangt, sum ljóðar merkiligt í hesum máli. Hon skilir slett ikki, at teksturin í teirri donsku lýsingini eftir landsantikvari, ikki var tann sami sum teksturin í teirri føroysku lýsingini.
Men hon heldur, at tað er sáddur so stórur ivi um hesa starvssetanina, at hetta ber ikki til at liva við.
? Og nú er eisini ivi sáddur um antin setanarnevndin hevur gjørt sítt arbeiðið á fullgóðan hátt og tað kunnu vit heldur ikki liva við, leggur hon afturat.
?Í øllum førum er tað greitt, at føroyski umsøkjarin var skikkaður til starvið og tí er tað óskiljandi, at ein annar varð settur.
Sjálvsagt fyri umboðsmannin
Men formaður sambandsfloksins sigur, at málið er so ógreitt, at tað eigur at vera kannað til botns.
Og hon heldur, at hetta er eitt sjálvsagt mál at leggja fyri løgtingsins umboðsmann.
?Umboðsmaðurin kann fáa allar upplýsdingar fram og koma til eina endaliga niðurstøðu í málinum sum byggir á fult innlit í málið.
Og hon staðfestir eisini, at kemur umboðsmaðurin til eina niðurstøðu, sum gongur Annlis Bjarkhamar ímóti, eigur hon at leggja frá sær beinanvegin.
Hon minnist eisini hvat fór fram, tá ið Jørgen Niclasen mátti leggja frá sær fyri kortum.
?Hann mátti frá, tí hann hevði ikki borið seg at sum hann átti, hóast onki revsivert var var farið fram. Bara tað, at ivi varð sáddur um embætisførslu hansara, var nóg mikið til at hann varð feldur, eisini av tjóðveldisflokkinum.
Men um Annlis Bjarkhamar heldur ikki hevur borið seg at, sum hon átti, vita vit ikki, fyrrenn ein nágreinilig kanning er gjørd og tí eigur málið at verða lagt fyri umboðsmannin.
?Ikki fyrrenn hann er komin til eitt úrslit, ber til hjá okkum øðrum at taka eina haldgóða niðurstøðu.
?Men merkiligt, tað er málið og Annlis Bjarkhamar skyldar okkum øllum, ikki minst tí vrakaða umsøkjaranum, at at full greiða fæst a tí, leggur hon afturat.