Seinasta árini hevur nógv kjak verið um valskipan okkara. Ofta hevur verið ført fram, at býtislykilin ger, at valið ikki er rættvíst, tí umboðanin ikki samsvarar við undirtøku í fólkinum og at atkvøðurnar viga nógv meira í t.d Sandoyðar Valdømi enn í Suðurstreymi
VALSKIPAN
Bogi Eliasen
Kári P. Højgaard, sum hesa setuna er Sjálvstýrisflokkurin á Løgtingi, hevur lagt fram eitt uppskot, sum minkar valdømini frá 7 til 5, við at leggja Sandoyar valdømi uppí Suðuroyar valdømi og Vága valdømi uppí Norðurstreym. Harafturat verður hægst loyvda tingamannatal broytt til 33 og lægsta frá 27 til 28 og umdømisvaldu verða hækkaðir við einum í miðstaðarøkinum og Eysturoynni og lækkað við einum í Suðuroy. Í samband við uppskotið verður víst á, at eitt valdømi altíð hevði tryggjað eitt rættvíst úrslit, men at politiskur vilji neyvan er fyri at broyta Føroyar til eitt valdømi. Frá hesi útsøgn kann eisini lesast, at aðalmálið hjá Sjálvstýrisflokkinum við hesi broyting, er at fáa størri samanhang millum atkvøður og tingsessir.
Uppskotið vísir á, at føroyingar ynskja at hava økisumboðan, floksumboðan og beinleiðis valevnisumboðan. Skulu hesi ynskir gangast á møti, er neyðugt at hava okkurt slag av økisumboðan, sum t.d. valdømir, skipan við flokkum og at valevni verða beinleiðis vald. Uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum er ikki ein kollveltandi broyting av verandi vallóg og skipan, men heldur ein tillaging og kanska betring, fyri at fáa eitt rættvísari úrslit, skilt sum floksumboðan í mun til atkvøðutal. Hetta gerst eisini við at broyta skipanina soleiðis at farið verður frá tí sonevnda DHondska útrokningarhættinum til St. Laguë. Hetta merkir at tá farið er gjøgnum listan, verður talið í dag býtt við 1,2,3, meðan tað í St. Laguë verdur býtt við 1,3,5 tá annað triðja og kanska fjórða umboð á flokslistanum í einum valdømi skulu finnast. Tilsamans eiga broytingarnar at viðføra betri samanhang millum atkvøður og umboð. Harumframt hjálpir St. Laguë smáum flokkum, tí samlaða atkvøðutalið verður býtt við fyrst 1, 3 og so 5 ístaðin fyri 1, 2 og so 3 o.s.fr..
Uppskotið er sostatt ikki ein uppgerð við verandi valskipan, og leggur ikki upp til at vit skulu hava eina skipan við Føroyum sum einum valdømi.
Undirritaði hevur skrivað fleiri greinar um valskipan, og møguleikarnir eru nógvir. Fyrst og fremst er umráðandi at hava í huga, at ein valskipan er eitt amboð at innrætta politisku skip-anina við og ikki eitt endamál í sjálvum sær. Tí er tað grundleggjandi, at í arbeiðinum at broyta eina valskipan, er valskipanin amboðið til at røkka málinum sum semja er um.
Valdømir?
Okkara valskipan hevur uppbýti í valdømir, soleiðis at trygd fæst fyri at umboð úr øllum økjunum eru umboðaði á Tingi. Ágóðin við hesum er, at øll økir kunnu verða vís í at hava umboðan. Vansin er at bert ber til at atkvøða fyri valevnum í sínum egna valdømi, og at politikarar-nir mugu hugsa lokalpolitiskt fyri at verða afturvaldir. Tí er tað t.d. torført hjá einum politikara, sum vil arbeiða fyri útjaðaranum, at leggja seg ov nógv eftir hesum, tí hann hevur einans útjaðaraatkvøðurnar í sínum valdømi og ikki útjaðaraatkvøðurnar í øllum Føroyum. Undirstøðikervið í Føroyum er vorðið so mikið gott, at spurnaðartekin má setast við um tørvurin á valdømum er eins stórur og fyrr, tí valdømini kunnu eisini hava tann vansan, at lokalpolitikkur kemur fram um landspolitik. Hinvegin er ilt at siga hvussu stóra ávirkan tað fekk, um vit minka um valdømini og kanska bert hava tað eina, tí flestu atkvøðurnar koma úr býnum ella bygdini, haðani valevnini búgva ella eru. Tað slepst heldur ikki undan at nevna, at í Grønlandi hevur broytingin ført við sær, at flestu tingfólk nú búgva í Nuuk.
Kvinnur
Hesa setuna komu óvanliga fáar kvinnur á Ting. Nógv hevur verið tosað um, hvussu fleiri kvinnur kunnu gerast virknir politikarar. Tosað hevur verið um at hava kvotur, so t.d. 1/3 skal verða kvinnur, at hvør flokkur skal hava eitt ávíst lutfall av kvinnum á vallistanum, og ymsar ætlanir fyri at menna kvinnur til at verð við í politiska arbeiðnum. Núverðandi valskipanin, saman við tí mentan vit hava, ger at kvinnur hava ov ringt við at koma uppí part. Valdømini gera, at tað ikki kann roknast við at fáa meira ein eitt valevni pr. flokk í hvørjum valdømi á Ting, burtursæð frá Suðurstreymoyar valdømi. Tá menn oftari enn kvinnur standa fremst í flokkinum, hendir tað lætt, sum hendi hesa ferð, at alt ov fáar kvinnur koma inn. Her er talan um eitt mentannarligt fyribrygdi, at menn í politikki standa framman fyri kvinnurnar (les tørvandi javnstøða), sum kemur serliga væl til sjóndar sum ein vansi í valskipan okkara. Nógvir hættir eru at royna at loysa henda trupuleika. Eitt valdømi er ein. Størri valdømir ein annar. Tvær av kvinnunum blivu valdar inn í størsta valdøminum. Hægri tinggátt er eisini ein máti, tí tað hevur við sær helst færri flokkar og soleiðis sannlíkindi fyri, at fleiri valevnir úr sama flokki í sama valdømi verða vald á ting. Hetta átti at givið kvinnum størri møguleika, tí tær oftast ikki standa á odda í flokkinum í valdøminum.
Hægri tinggátt
Júst hægri tinggáttin hevur verið afturvendandi fyribrygdi í kjakinum um valskipan, og ein hægri tinggátt merkir eisini at tað gerst sera trupult hjá smærru flokkunum at koma fram at, og ein av orsøkunum til at Sjálvstýrisflokkurin kemur við einum uppskoti, har tinggáttin ikki verður broytt. Ein tinggát uppá t.d. 5% hevði havt við sær, at Sjálvstýrisflokkurin ikki var í Løgtinginum í dag. Sjálvstýrisflokkurin fekk 4,6% og Miðflokkurin 5,2%. Um tinggáttin var hæggri enn 5% kom Miðflokkurin heldur ikki inn.. Ein hægri tinggátt og harvið ongar heilt smáar flokkar, merkir samstundis at størri flokkarnir antin mugu gerast rúmari, so sjónarmiðini hjá hesum koma upp í part, ella at hesir veljarar ikki fara at kenna seg hava nakra umboðan í politikki. Sostatt eru nógvir møguleikar at skapa eina skipan, men avgerðast má hvat vit ynskja. Raðfesta vit betri kvinnuumboðan, økisumboðan ella at hava smáar flokkar hægst? Er tað mest umráðandi at hava matematisk rættvísi, soleiðis at umboðan samsvarar atkvøðum, ella er økisumboðan og yvirumboðan av útjaðara mest umráðandi. Skulu vit hava fleiri valdømir fyri ikki at miðsavna politikkin ov nógv, ella eitt valdømi fyri at fáa landspolitik, har lokalpolikkur ikki er vardur av valdømum? Skulu vit hava opnar ella afturlatnar vallistar? Nógvir eru spurningarnir og møguleikarnir.
Betring, ikki broyting
Uppskotið frá Kári P. Højgaard er ein tillaging og betring av verandi valskipan, soleiðis at býtið av tingmonnum gerst rættvísari í mun til atkvøðutal. Uppskotið ger tó tað, at talan í veruleikanum er um at taka av tvey valdømir, sum verða koyrd upp í onnur. Hetta fær uttan iva harða mótstøðu í hesum økjum, men her hevur Sjálvstýrisflokkurin heldur ikki nógv at missa. Seinastu valini hevur flokkurin verið langt frá at fáa umboðan í hesum valdømum, og heldur ikki er hann sterkur í valdømunum hesi skulu leggjast saman við sambart uppskotinum. Hinvegin so er talan um at leggja tvey tey minstu valdømini saman við granna valdømunum, sum av tilvild eisini eru ávíkavist trið- og fjórðminstu. Vága og Sandoyar valdømi eru yvirumboðaði og hava tí sína rødd at mótmæla hesum broytingum.
Rættvísari býti
Samanum tikið er endamálið við hesum uppskoti, at gera býtið av løgtingslimum rættvísari í mun til atkvøðutal, soleiðis er talan um eina betring av verandi skipan. Tað sum kann elva til mótstøðu er helst, at valdømini skulu broytast. Uppskotið er eisini komið, tí enn er einki komið frá Landsstýrinum, hóast at arbeiðast skal við hesum málið. Sjálvstýrisflokkurin megnar tí á henda hátt at fáa málið upp politiskt. Og tað er ein frøi at síggja, at flokkur, enntá bert við einum løgtingslimi og sum ikki er við í Landsstýrinum, megnar at finna orkuna til at koma við einum uppskoti um vallóg og/ella skipan.
Kommunur og valdømir
Tað hevði verið ynskiligt um ein broyting av valdømum og møguliga skipan, eisini tók atlit til aðrar broytingar. T.d er talið av kommunum minkað munandi og skal kanska skerjast við 2/3 afturat, m.a. fyri at kommunur-nar kunnu átaka sær meira lokalpolitik. Í Sundalagnum fevnir nýggja kommunan tvørtur um valdømir. Tí kann spurningur eisini setast við, um at tað er eitt náttúrligt býti í valdømir har. Ynski at hava valdømir, er eitt ynski um at tryggja at allir partar av landinum eru umboðir og tí kundi ein hugsað sær, at eindir sum av egnum vilja hava funnið saman í samstarv, eisini ynsktu sær at verða saman í valdømi. Tað er sjálvandi truplari at fara í holt við at broyta valdømir, men ikki ein ómøgulig uppgáva.
Samanseta loysnir
Sjálvstýrisflokkurin nevnir, at eitt valdømi er ein loysn, men at tað neyvan er politiskur vilji fyri, og tí verður ikki arbeitt meira við tí. Tað er skilligt at løgtingsmaðurin hevur tað áskoðan. Men tað ber til at arbeiða við millumloysnum, t.d at samantvinna tað. Ein møguleiki er at varveita núverðandi sjey valdømini, men at bert eitt umboð skal veljast úr hvørjum valdømi og hini løgtingsumboðini verða vald í einum landsvaldømi. Møguleikarnir eru nógvir, tá talan er um valskipanir, men mest umráðandi er at vísa á hvørja politiska skipan vit ynskja, og síðan finna fram til tað valskipan sum nøktar tí tørvi. Í hesi tilgongd fara flokkarnir altíð at royna at tala fyri broytinguum sum væntast kann tæna teirra flokki, soleiðis er tað ikki bert í Føroyum, men kring allan heim.