Í kvøld klokkan 20.00 verður kunnandi tiltak í Miðlahúsinum um nýggja íløguspælið hjá Kaupthing. Á skránni er eisini tónleikur og okkurt at leska sær á við Í samband við nýggja íløguspælið, sum Kaupthing Bank skipar fyri í samstarvi við Sosialin, verður kunnandi tiltak og hugnakvøld í Miðlahúsinum í kvøld, mikudag, klokkan 20. Greitt verður frá íløguspælinum, og møguleiki verður at royna tað á teldum, sum eru settar upp á staðnum. Umframt kunning um íløguspælið, verður eisini framløga um partabrøv, livandi tónleikur við Guðrið Hansdóttir, og okkurt til matna.
Stórir vinningar standa upp á spæl í íløguspælinum, har fyrsti vinningur er 50.000 krónur, annar vinningur 25.000 krónur, og triði vinningur 10.000 krónur. Allir vinningarnir verða útgoldnir í reiðum peningi, tá spælitíðarskeiðið upp á 3 mánaðir er av.
Hetta er eitt gott høvi at læra seg at handla við partabrøvum, uttan at seta nakað upp á spæl. Um alt skuldi gingið av skriðuni, so er einki at missa kortini. Og gongur tað framúr væl, so er møguleiki at vinna nógvan pening. Íløguspælið byrjar mánadagin 10. september 2007, og longu nú ber til at fara inn á www.ilogur.fo og melda seg til. Tað er ókeypis at luttaka.