Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru fyri fíggjarárið 2017 mettar til 57,9 miljónir krónur. Íroknað hesi upphædd er játtaninan frá landinum til eldraøkið, sum í 2017 er 13,8 miljónir ella 0,4 míljónir krónur lægri enn í 2016.
Persónsskattainntøkurnar fyri 2017 er mettar til 40,7 miljónir, sum er umleið tað sama, sum Vágs kommuna fekk í persónsskatti í 2015, tá skattaprosentið var 22,95 prosent ella prosent hægri, enn tað verður í 2017, og barnafrádrátturin tá var 4.000 krónur.
Raksturin av Vágs kommunu verður fyri 2017 mettur at kosta umleið 38,9 miljónir, og aftrat hesum koma 14 miljónir krónur til eldraøkið.
- Í 2017 fara vit at gera íløgur fyri umleið 6,1 miljónir. Millum íløgurnar er nýtt graslíki á fótbóltsvøllinum á Eiðinum, dagføring av Heilsumiðstøðini, dagføring av spæliplássunum í Eikilund og dagrøktarhúsinum, liðugtgerð av spæliplássinum við Vágs Skúla og liðugtgerð av vegagerðini í vestara parti av Geilini.
Á síni heimasíðu í kvøld siga tey í Vágs kommunu, at tey fyri 2017 eisini hava sett pening av til framhald av spillvatnsætlanini hjá kommununi, og í 2017 verður eisini farið undir miðvísa ætlan at skifta gøtuljós í kommununi til Led-ljós, samstundis sum íløgujáttan er bæði til vatnveitingina og asfaltering.
- Í 2017 fer Vágs kommuna væntandi rinda 2,3 miljónir í avdráttum og 0,5 miljónir krónur í rentum av lániskuldini. Bókaða nettoskuldin hjá Vágs kommunu hin 30. september í ár var á 31,6 miljónir krónur, verður lagt aftrat.