Lágur miðalprísur á marknaðinum

Hóast samanlagdi miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í dag var lágur, fingu bæði hýsa og upsi tó rímiliga góðan prís. Fiskamarknaður Føroya seldi í dag tilsamans 269,6 tons av fiski fyri slakar 3 miljónir krónur.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 10,86 krónur fyri kilo, sum er ein rættiliga lágur miðalprísur.

Ein stórur partur av fiskinum í dag var toskur, umleið 65 tons tilsamans. Mest var av toski 3, sum fekk miðalprísin 17,62 krónur fyri kilo.

Góð 22 tons vóru av hýsu, og miðalprísurin á hýsu í dag var hampiligur. Mest var av hýsu 2, sum fekk 14,79.

Tað hevur ikki verið vanligt, at nógvur upsi er á marknaðinum, men í dag vóru tilsamans 85 tons av upsa seld. Miðalprísurin fyri upsa var góður, stívliga 9 krónur fyri kilo.

Góð 60 tons av brosmu vórðu eisini seld í dag, og her var besti miðalprísurin 7,77 krónur fyri kilo.