Teir útivið 2.000 føroyingarnir, sum herfyri teknaðu seg til íløguspælið hjá Kaupthing Bank og Sosialinum, sleppa nú at royna seg. Eftir tekniskar trupulleikar fyrru ferð er spælið nú klárt og byrjar í morginári Fyrsta íløguspælið fyri føroyingar verður sett í gongd týsmorgunin 25. septembur klokkan 08.15. Hetta merkir, at teir úvið 2.000 føroyingarnir, sum longu hava meldað seg til spælið, nú sleppa at royna seg á norðurlendsku partabrævamarknaðunum. Onnur sleppa eisini við, tí frá kl. 17.30 í dag fram til 5. oktobur er gjørligt at melda seg ókeypis til spælið.
Tað er bretska felagið BullBearings, sum hevur ment spælið til Kaupthing Bank í eini skipan, sum er roynd um allan knøttin. Millum annað hava stórfyritøkurnar Barclays Bank, Yahoo og avstralski virðisbrævamarknaðurin brúkt skipanina hjá BullBearings.
Av tí at talan er um eitt spæl, sleppa spælararnir at merkja viðurskiftini á partabrævamarknaðunum í veruleikakendum umhvørvi uttan at átaka sær nakran peningaligan váða. Ókeypis royndirnar, sum kunnu fáast við at vera við í spælinum, kunnu tí gerast virðismiklar og síðani nýtast í veruliga lívinum, heldur Kaupthing.
Nógv er at vinna við at luttaka í spælinum, tí tann spælarin, sum hevur staðið seg best tá íløguspælið endar 11. januar 2008, vinnur 50.000 krónur. Nummar tvey fær 25.000 krónur og nummar trý fær 10.000. Vinnararnir verða kunngjørdir í Miðlahúsinum 14. januar 2008. Umframt hesar vinningar vera eisini aðrir vinningar latnir.
Íløguspælið finst á www.ilogur.com