Mvg á matvørum verður ikki lækkað fyri at gera tað lættari hjá fólki.
Tað staðfestur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna, hevur spurt hann, hvat hann heldur um at lækka mvg á matvørum fyri at gera tað lættari hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman.
Hon sigur, at mvg kann eisini ásetast soleiðis, at tað eggja fólki at keypa heilsugóðan mat framum ósunnan mat.
Men tað er Jørgen Niclasen ikki sinnaður til.
Hann sigur, at skulu vit gera tað lættari hjá teimum veikastu bólkunum í samfelagnum, skal tað ikki gerast við at lækka mvg á ymsum vørum.
- Hetta kann gerast nógv betur gjøgnum almannalóggávu, sigur hann.
Men skal lættin finnast við skattalækkingum, er tað best at lækka tann vanliga skattin heldur enn at lækka mvg.
Vanligi skatturin kann leggjast til rættis eftir viðurskiftunum hjá skattgjaldaranum og sostatt er hann tað besta og neyvasta amboðið at lætta um hjá úrvaldum samfelagsbólkum.
Hann sigur, at ein máti er at geva øllum ein persónsfrádrátt, sum førir við sær, at tær hægru inntøkurnar gjalda lutfalsliga meira.
Tað ber eisini til at lata ein serligan barnafrádrátt, soleiðis at barnafamiljur gjalda minni skatt.
Somuleiðis ber tað til at geva ymsum pensjónistum ávísar skattalættar ella frádráttir.
Jørgen Niclasen sigur, at verður mvg á matvørum tikið av, hevði hetta kostað landskassanum einar 250-350 milliónir krónur um árið.
Skal hetta fíggjast við at hækka aðrar skattir og avgjøld, minkar keypiorkan hjá teimum, sum í størstan mun koma at rinda hesa hækking.
Onnur, sum ikki verða so hart rakt av hækkingini, fáa økta keypiorku.
- Verður lækkingin fíggjað við almennum sparingum hækkar keypiorkan, meðan almenna tænastustøðið, ella almennu veitingarnar, lækka.
Jørgen Niclasen heldur eisini, at tað er skeivt at hava lægri mvg á heilsugóðum matvørum enn á øðrum matvørum.
- At lækka MVG á heilsugóðum vørum hevur stórar fyrisitingarligar kostnaðir við sær, tí tað krevur eitt størri arbeiði at áseta og røkja eina skrá yvir vørur, sum eru heilsugóðar. Somuleiðis hevur tað økta umsiting við sær fyri handlar og heilsølur.
Eisini er tað torført í verki at áseta neyvt, hvørjar vørur eru serliga heilsugóðar.
Hann staðfestir, at lægri mvg á heilsugóðum matvørum, lækkar prísin á hesum vørum og at tað skuldi so økt um nýtsluna.
- Men hinvegin, skal lækkingin fíggjast, og hetta tekur keypiorku frá teimum, sum verða rakt av skattahækking, og hetta kann hava við sær, at halda uppat at keypa heilsugott, sigur Jørgen Niclasen.