- Tað er alneyðugt, at lógin um fosturtøku verður broytt.
Tað segði Sjúrður Skaale, løgtingsmaður í tinginum í gjár.
Løgtingið hevði í gjár drúgt kjak um fosturtøku eftir at Bergtóra Høgnadóttir Joensen hevði spurt samgonguna, hvørji stig hon ætlar at taka fyri at gera lógina um fosturtøku meiri tíðarhóskandi.
Hans Pauli Strøm staðfesti, at fosturtøka er ikki á dagsskrá hjá hesi samgonguni.
Í kjakinum staðfesti Sjúrður Skaale, at lógin um fosturtøku er kvinnukúgandi.
Men hon er eisini so langt frá veruleikanum, at ongin tekur hana í álvara.
- Í fleiri førum vísir lógin til stovnar, sum als ikki eru til og sum ongantíð hava verið til, eitt nú Mødrehjælpen.
Fylgja ikki lógini
Sjúrður Skaale heldur, at tað álvarsamasta er, at vit hava eina lóg, sum ongin tekur í álvara.
- Politikararnir eru so bangnir fyri at nerta við málið, at teir ístaðin bara hava latið tað upp í hendurnar á læknunum at gera sum teir halda vera best.
- Og tað læknarnir eisini, uttan at hyggja eftir, hvat lógin sigur. Avleiðingin er, at lógin um fosturtøku verður ikki fylgd og hon hevur ikki verið fylgd í nógv ár, tí tað eru læknarnir, sum sleppa at tulka lógina, sum teimum lystir. Sostatt stendur tað til dømikraftina hjá læknunum at tulka lógina, sum teir sjálvir halda vera best.
- Tað er ein støða, sum ongin kann vera nøgdur við, hvørki tey, sum eru fyri fríari fostur ella tey, sum eru ímóti.
Tí heldur Sjúrður Skaale, at tað er bráðneyðugt at lógin verður tikin upp til viðgerðar.
Alfred Olsen staðfestir at Sambandsflokkurin vil verja fostrið og Bill Justinussen helt, at fosturtøka er at seta nátúrulógina úr gildi.
Kvinnur “umvandrandi sláturvirki
Annita á Fríðriksmørk staðfestir, at øll eru samd um, at talið á fosturtøkum skal vera so lágt, sum gjørligt.
- Spurningurin er bara, hvussu vit gera tað. Summi tingfólk vilja gera tað við lóg, tí teir mistonkja kvinnuna fyri at vilja “drepa barnið í móðurlívið”.
Hasum hugburðinum er Annita á Fríðriksmørk grundleggjandi ósamd í, tí hon heldur ikki, at fosturtøkur kunnu tálmast við lóg.
Kvinnur eru ábyrgdarfullar og einasti vegur fram er áhaldandi at upplýsa um fyribyrging.
- Sjálvandi mugu vit hava tað álit á okkara kvinnum, at tær ikki ganga runt sum “umvandrandi sláturvirki” og bara vilja taka fosturtøku tá ið tað passar teimum og tí tær ikki tíma at fyribyrgja, at tær verða við barn.
Jógvan á Lakjuni metir, at onkur viðurskifti í lógini eiga at verða regulerað, men hann gongur inn fyri eini 0-hugsjón á hesum øki.
Eyðgun Samuelsen úr Javnaðarflokkinum tekur fult undir við at endamálið skal vera avmarkað talið á fosturtøkum, men tað kundi verðið gjørt nógv meiri burtur úr upplýsing.
Bjørt Samuelsen, úr Tjóðveldinum sigur, at tað er neyvan nakar, sum er fyri fosturtøku sum prinsippið, men fyri tað kann tað vera kvinnan sjálv, sum eigur endaligu avgerðina og ikki onkur tilvildarligur lækni.
Fosturtøka sum valagn
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldið undrast á, at hóast Løgtingið óteljandi ferðir hevur havt fosturtøku til viðgerðar og tað ongantíð lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina.
Hann heldur, at orsøkin til tað er, at tað eru ávísir áhugabólkar, sum hava lyndi til at brúka hetta málið sum agn fyri atkvøður.
- Er vilji til at broyta eina lóg, er neyðugt at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta.
Hann spurdi eisini, hvat er galið við lógini, tá ið vit hava lægsta tal av fosturtøkum í Norðurlondum.
- Eg haldi, at vit skulu halda fast við støðuna, sum hon er og ikki fara undir fría fosturtøku, segði Tórbjørn Jacobsen
Karsten Hansen úr Miðflokkinum staðfesti, at fyri nøkrum árum síðani var grundgevingin fyri fríari fosturtøku, at kvinnan skuldi hava rætt at ráa yvir sínum egna kroppi. Nú er verður bólturin blakaður yvir til, hvat læknarnir siga.
Men tað helt hann vera at skeivt, tí hann kendi nógvar læknar, sum eru ímóti fosturtøku.
Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum helt ikki, at tað er nakað, ið forðar fyri upplýsing, hóast fosturtøkulógin er gomul.
Og tað, at vit hava so fáar fosturtøkur í Føroyum tekur hann sum prógv fyri, at tað er okkurt sum virkar.
Epilepsi orsøk til fosturtøku
Bergtóra Høgnadóttir Joensen heldur, at tað einasta rætta er, at tað er kvinnan sjálv, sum eigur avgerðina og ikki ein lækni.
Hon vísir eisini á, at læknar hava ógvuliga ymiska uppfatan av fosturtøku.
Hon heldur ikki, at tað kann ikki vera rætt, at spurningurin um ein kvinna fær fosturtøku ella ikki, skal valdast um, hvønn lækna hon hevur.
Orsøkin til, at ongin leggur uppskot fyri Løgtingið er væl ein ásannan av, at øll vita, at tað hevur ongan møguleika at verða samtykt.
Hon staðfestir, at fleiri tingmenn halda, at lógin um fosturtøku er nóg góð, sum hon er.
- Vita hesir løgtingsmenn av, at í galdandi lóg stendur, at er barnið í vanda fyri at fáa epilepsi, er tað nóg góð orsøk til at fáa fosturtøku?
- Halda teir veruliga, at tað er nóg góð orsøk til at fáa fosturtøku, spurdi Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Feikir politikarar
Hans Pauli Strøm sigur, at størsti trupulleikin í galdandi lóg er, at politikararnir skumpa trupulleikan frá sær yvir til læknarnar, sum sostatt fáa ein ógreiðan tulkingarspurning at taka støðu til
Hann heldur, at tað er feikt av politiska myndugleikanum at leggja ábyrgdina upp í hendurnar á heilsustarvsfólkinum at taka tað truplu avgerðina um, hvussu lógin skal útinnast ístaðin fyri at geva læknanum greiðar reglar at halda seg til.
- Verður lóg broytt, merkir tað ikki tað sama sum frí fosturtøka.
- Talan kann vera dagføra lógina so at hon líkist teirri íslendsku, har tað ikki er frí fosturtøka, men har læknarnir eisini taka sosial-medisinsk atlit, tá ið teir meta um fosturtøku.
Men hann ásannaði samstundis, at tíðin er ikki búgvin í Føroyum enn til at taka hesar spurningar upp til politiska viðgerð.