Lønarhækking kann blíva boomerangur

-At hækka lønirnar kann blíva ein boomerangur, sum gongur út yvir okkum øll. Tí vil eg appelera til allar kreftir um at seta seg niður og finna út av, hvat er best fyri hetta samfelagið sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður nú sáttamálasamráðingar standa fyri framman

 



Góðu tíðirnar og fakfeløgini



Nú hetta landsstýrið fleiri ferðir hevur brúkt góðu tíðirnar og stóru yvirskotini á fíggjarlógunum sum eina grundgeving fyri at kunna fara undir at yvirtaka málsøki og minka um blokkin hava vit spurt løgmann, um hann ikki eisini hevur roknað við, at fakfeløgini vilja hava lut í hesum góða úrsliti og tí fara at seta strong lønarkrøv!



-Tað er gleðiligt, at tað hevur gingið so væl í samfelagnum. Tað vil tó vera ótrúliga óheppið, um man setir henda útviklingin yvir stýr, tí man ikki hevur tey neyðugu fyrilitini yvirfyri hvørjum.


-Men hvat nú um fakfeløgini krevja t.d. 20% í lønarhækking, nú seinasta lønarhækkingin er vorðin uppetin av prísvøkstrinum?


Løgmaður vísir til kreppuárini í Føroyum. Tá vaks lønin ikki og keypiorkan minkaði heldur ikki. Síðani hava vit fingið lønarvøkstur, men tað sær út til, at sjálvt um tú hevur fingið ein hampuligan lønarvøkstur er keypiorkan ikki vaksin tilsvarandi. Løgmaður heldur tí ikki, at skipanin við, at man bara skal hava meiri í løn fyri at hála inn aftur minkandi keypiorkuna er nøkur loysn í sær sjálvum.


-Tí tað er, hvat tú hevur eftir í lummanum, tá alt er farið av, sum er tað avgerandi. Pumpa vit eitt høgt lønarlag upp við tilsvarandi hægri útreiðslustøði oyðileggja vit okkara kappingarføri. Tá vit so skulu út at kappast á altjóða marknaðinum, merkir tað, okkara vøra ikki kappingarfør í mun til tað, sum aðrir kunnu framleiða. Tað loysir seg tá ikki at framleiða hesa vøruna í Føroyum. Og tað ber aftur í sær, at tað, sum annars kundi loyst seg at framleitt í Føroyum, fellur niðurfyri, tí tað loysir seg ikki. Tá hava vit øll somul mist meira fyri minni.


Komnir ov stutt

-Tit í Fólkaflokkinum hava fleiri ferðir víst á, at tað skilabesta er heldur at lækka skattin og eisini minka um útreiðslurnar í almenna sektorinum, men tað hava tit als ikki klárað at livað upp til, nú tit hava stýrt í 3 ár!


-Eitt sindur er komið, men eg eri samdur í, at hetta er alt ov lítið. Hvørja ferð man fær eina lønarhækking í samfelagnum, so fara eini 65%, her hugsi eg bæði um skatta og avgjalddstrýst, aftur í teir almennu kassarnar. Tí er okkara boðskapur at kompensera fyri dýrtíðina við at lækka skattatrýstið, tí harvið oyðileggur tú ikki kappingarførið. Fyri tann eintaka er tað líka frægt, at tú fær minni útreiðslur heldur enn størri inntøkur.


Løgmaður sigur, at teir hava lækkað skattatrýstið við einum 40 mill. kr, men trupulleikin er tann, at útreiðslurnar eru eisini hækkaðar, og tað er serliga oljan.


Løgmaður vísir á, at tað afturhaldið, sum hevur verið í hesum útviklinginum gjøgnum øll 90-ini, skal nú fáast frá hondini uppá ein gang, allir prísir skulu upp osfr. Hann heldur tað vera sera óheppið, at man ikki hevur strangt eftirlit við tí. ?Og nú at hækka lønirnar kann blíva ein boomerangur, sum gongur út yvir okkum øll.

Tí vil eg appelera til allar kreftir um at seta seg niður og finna út av, hvat er best fyri hetta samfelagið.


Mugu hugsa um samfelagið

-Men mugu fakfeløgini ikki fyrst og fremst hugsa um, hvat er best fyri teirra limir?


-Jú jú men tá man er ein partur av einum samfelag kann man ikki bara hugsa um seg sjálvan. Tað kann arbeiðarin ikki, tað kann arbeiðsgevarin ikki og tað kann tað almenna heldur ikki. Hetta er ein størri eind, sum skal ganga upp og hyggja vit ikki eftir hvørjum øðrum, so gongur tað útyvir bæði arbeiðsgevarar-, arbeiðarar og samfelag, og tað var tað vit sóu í 90-unum. Arbeiðsloysið fór upp á 25%, so tað loysir ongar trupulleikar, tvørturímóti.


-Men er tað ikki eitt sindur øvugt nú at skula hoyra tykkum í Fólkaflokkiknum tosa um at minka um tær almennu útreiðslurnar, tá tit so sita í 3 ár og tvørturímóti hava økt um hesar útreiðslur?


-Almennu útreiðslurnar eru sjálvandi nógv vaksnar, men eg vil siga, at tær kundu verið vaksnar nógv meira. Anfinn Kallsberg vísir, at teir hava megnað at fáa eitt yvirksot uppá meira enn 600 mill. kr. Og sjálvandi kundi man koyrt teir pengarnar í umfar í Føroyum, men tá hevði tú havt ein nógv størri vøkstur í almenna sektorinum. Í mun til tann samlaða búskapin er almenni sektorurin minkaður. Í dag hevur tú triðings býti millum almennar lønir, framleiðsluvinnu og fiskiskap.


-So her eru nøkur viðurskifti, sum eru komin í betri javnvág. Men nú ræður um at halda tørn ikki minst tá vit ikki hava nakað arbeiðsloysi - har tú kanst risikera, at tú fær eitt økt lønartrýst, har tú kemur at skapa eina óhepna inflatión og uppá longri sikt kemur at oyðileggja okkara vinnulív.


Hava ráð

-Men skulu tit til at yvirtaka og minka blokk, verður tá ikki neyðugt at skerja burtur dupultfunktiónir, hava vit t.d. tá ráð til trý sjúkrahus, til nýggjan Smyril, til undirsjóvartunnil til Norðoyggjar osfr.?


-Ja,tað hava vit.Vit hava eitt yvirskot uppá 650 mill, harav skulu vit gjalda eitt avdrag uppá 150 mill., so vit hava eitt netto uppá 500 mill.


Anfinn Kallsberg sigur víðari, at teir hava eina íløguætlan fyri komandi árini, sum fyri kommunur og land liggur uppá umleið 400 mill. kr. um árið, og tað er eftir hansara metan nokk til at viðlíkahalda hetta landið. -Vit skulu ansa eftir, í hvsssu er ikki nú vit hava fult arbeiði, at fara upp um tað. Í hesum liggur ein ávís útbyggingarætlan, so tað síggi eg ikki sum nakran trupulleika.


Oljuvinnan

Tað, sum kann gerast ein trupulleiki í framtíðini, er, at vit fáa eina nýggja vinnu, oljuvinnuna. Hvat hon kemur at skapa av krøvum ella av eftirspurningi av arbeiðsmegi kann sjálvandi gera, at vit knappliga ikki hava fólk til at manna bæði ein almennan sektor og ein vinnuligan. Og tá er vandin øgiliga stórur fyri galloperandi inflatión. Hinvegin haldi eg, at almenni sektoruirn sum einki kann tillagast við 50 mill.

kr. um árið. Tí hyggja vit at útviklinginum, sum hevur verið seinastu árini, so er tað ein vøkstur á fíggjarlógini uppá 150 til 200 mill. kr. hvørt árið. Eg dugi ikki at síggja, at tað so ikki skal bera til at minka tann vøksturin við 50 mill. kr. um árið.