ES-umsitingin arbeiðir við einari reglu, sum skal gera, at í framtíðini skulu bankar og aðrir peningastovnar ikki hava skyldu til at upplýsa, hvussu nógva løn stjórin fær. Ístaðin fyri skulu peningastovnarnir bara upplýsa, hvat stjórn og nevnd fáa í løn.
Kemur broytingin í gildi, fær hon ávirkan á viðurskiftini í Danmark, tí í fjør fingu danir ta reglu, at peningastovnarnir skulu upplýsa lønina hjá stjóranum.
Hesa reglu vil tann danska stjórnin varðveita, og hon er tí ímóti teirri ætlaðu broytingini hjá ES. Í dag skal Margrethe Vestager, búskaparmálaráðharri, á fund við sínar starvsbrøður í hinum ES-londunum, og har fer hon at gera vart við tey donsku sjónarmiðini, skrivar Berlingske Tidende.
-Fíggjarkreppan hevur millum annað lært okkum, at vit skulu hava opinleika um lønirnar, og hetta styrkir álitið á tað fíggjarliga kervið, sigur Margrethe Vestager við blaðið.