Lønin hjá Schmeichel trífaldað

Danski málmaðurin Kasper Schmeichel hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Manchester City, og tað sæst beinanvegin aftur á lønarseðlanum hjá málmanninum. Ungi Schmeichel hevur sambært enska Daily Mail fingið ein betri sáttmála, og hann fær nú eina vikuløn á 50.000 krónur. Tað skal verða trífalt so nógv, sum hann hevur fingið higartil í ár.