Læra at taka sær av børnum við sorg

600 fólk við tilknýti til fólkaskúlan skulu komandi tíðina á skeið, sum skulu gera tey betur før fyri at taka sær av børnum við sorg

Lærarar og onnur fólk við tilknýti til fólkaskúlan fara komandi tíðina at leita sær góð ráð og vegleiðing um børn, sum eru í sorg.

Tað er Føroya Felag móti Krabbameini í samstarvi við Landsmiðstøðina fyri Undirvísingaramboð, sum skipar fyri skeiðunum, ið Jes Diege fra danska krabbameinsfelagnum fer at halda.

- Skeiðini verða fyriskipað, tí skúlin hevur eina týðandi uppgávu á hesum øki, og eisini við tí fyri eyga, at hjálpa skúlunum at seta í verk eina skipan, sum kann fjálga um og taka sær av børnum, sum eru í sorg, siga Jancy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystur hjá Føroya Felag móti Krabbameini.

- Lærarar hava ásannað, at teir eisini hava eina uppgávu at hjálpa børnum, sum hava sorg, tí tey hava mist foreldur, systkin ella hava verið úti fyri onkrari sermerktari hending. Skúlin er so stórur partur av gerandisdegnum hjá barninum, at tey mugu hava tað gott í skúlanum, sigur Jancy Gaardlykke.


Kenna trupulleikan í skúlanum

Undirtøkan fyri skeiðnum, sum hevur heitið Børn, sorg og skúli er sera stórur. Heili 590 fólk við tilknýti til fólkaskúlan fara á tey sjey skeiðini, sum byrja fríggjadagin og halda fram í eina viku.

- Lærarar kenna til trupulleikan, tá børn syrgja. Skúlagongdin hjá hesum børnunum verður merkt av sorgini, tí tey læra ikki líka væl, og tey fáa trupulleikar í sosiala lívinum á skúlanum, sigur Jancy Gaardlykke.

- Ætlanin er at hesi skeiðini skulu gera lærarar betri førar fyri at takla hesar støðurnar, so børnini koma at trívast í skúlanum.

Rágevandi sjúkrasysturin hjá Krabbameinsfelagnum vísir á, at ofta royna foreldur og avvarðandi at spara børn fyri keðiligar hendingar við at halda tey uttan fyri og ikki vísa teimum kenslur, men hetta er skeiva loysnin.

- Tað er ein misskiljing at halda, at børn skulu verjast frá tí partinum av veruleikanum, sum snýr seg sum at missa, sorg og deyða. Tey hava hinvegin brúk fyri felagsskapinum við vaksin, og einki at gera, er skeiva loysnin, sigur Jancy Gaardlykke.


Fylgja upp

Hetta er ikki á fyrsta sinni, at Landsmiðstøðin og Krabbameinsfelagið standa saman um at skipa fyri einum skeiði við evninum sorg.

Í august og september í 1998 var skeið við heitinum Krabbamein í Føroyum & um Børn, sorg og skúla. Skeiðið vardi í 3 dagar, og var fyri øllum skúlaheilsusystrunum, einar 20 í tali, og umleið 25 lærarum í fólkaskúlanum.

- Undirtøkan fyri hesum skeiðinum var so stór, at vit avgjørdu, at vit máttu taka evni uppaftur seinni, og tað er tað, sum vit gera nú, sigur Jancy Gaardlykke.

Umframt skeiðini verður eisini ein almennur fyrilestur um børn og sorg í Útvarpshøllini 17. november. Tað er Jes Diege, sum fer at halda hendan fyrilesturin.