Tað kom illa við hjá Føroya Lærarafelag, at Fíggjarmálastýrið longu 14. februar hevur biðið Undirvísingar- og Mentamálastýrið halda lønir hjá sáttmálasettum lærarum aftur, meðan samráðst verður.
Felagið og Karsten Hansen hava í leygardagsblaðnum viðmerkingar til málið, men seinnapartin fríggjadagin kom fram, at lærarar hava einki at óttast, tí hesi boð eru komin til Føroya Lærarafelag frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum:
Til Føroya Lærarafelag
Vísandi til telefonsamrøðu við formannin 24. februar 2000, verður við hesum sagt frá, at allar lønir í mars til
lærarar í fólkaskúlanum verða goldnar sum higartil.
T.v.s., at eingin løn verður hildin aftur, meðan partarnir samráðast um nýggjan sáttmála.
Blíðar heilsanir
Hensar Ellingsgaard