Áki Bertholdsen
Karsten Hansen, Høgni Hoydal og Elsa Birgitta Petersen vóru ikki leingi í paradísi.
Tað er ikki meiri enn slakar tríggjar vikur síðani, at tey skrivaðu undir eina avtalu, sum fekk enda á tí meiri enn tveir mánaða langa læraraverkfallinum.
Men tað er longu komið vátt í reiðrið aftur.
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið eru nevniliga longu blivin ósamd um semjuna, sum hátíðarliga varð undirskrivað á midnátt sunnukvøldið 30. apríl.
Hetta er hent, hóast allir partar søgdu í Sosialinum beint aftaná, at semjan varð undirskrivað, at tey høvdu fult álit á semjuni og at hon ikki fór at elva til ósemju, tá ið hon skuldi setast í verk.
Men tað er altso júst tað, sum longu er hent, ikki meiri enn gott 14 dagar aftaná, at semjan varð undirskrivað.
Og ósemjan, sum nú hevur tikið seg upp kann í ringasta føri enda við, at lærararnir fara at leggja arbeiðið niður einaferð afturat.
Onki løgið
Tað er ógvuliga trupult at fáa partarnar í málinum at gera viðmerkingar til málið.
Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, sigur heilt stutt, at hon hevur ongar viðmerkingar, beint nú,
? Men tað munnu nokk fara at koma onkur tíðindi seinni, leggur hon afturat
Heldur ikki Tummas Magnussen, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum, vil gera nakrar viðmerkingar.
Men hann sigur, at tað er onki óvanligt, um ósemjur taka seg upp um snøklar í einari semju, ið er gjørd um mál, sum tveir partar eru ógvuliga ósamdir um frammanundan.
?Ein semja er oftani ein neyðloysn, sum verður gjørd eftir langar samráðingar. Ofta verður talan um heldur ullintar orðingar, sum partarnir leggja hvør sín týdning í. Og tá er tað onki løgið í, um okkurt er eitt sindur ógreitt, tá ið semjurnar skulu setast í verk.
Men nakra ítøkiliga ósemju ímillum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið, vil hann ikki gera viðmerkingar til.
Ikki nakar trupulleiki
Tað er bara Høgni Hoydal, landsstýrismaður í skúlamálum, sum vil viðganga, at ósemja hevur tikið seg upp.
Men hann væntar tó ikki, at talan verður um nakran trupulleika.
?Vit hava skrivað undir eina semju og tað eru greiðar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um ósemjur stinga seg upp.
Hann sigur, at Lærarafelagið hevur undirskrivað eina høvuðsavtalu, har tað verður skorið út í kortið, hvussu farast skal fram, tá ið ymiskt mál taka seg upp.
Sjálvur heldur hann, at semjan er púra greið.
? Í hvussu so er á tí seinasta samráðingarumfarinum, varð tosað opið og greitt um, hvat semjan bar í sær og, hvat hon kom at kosta.
?Men hevur ein ósemja tikið seg upp, mugu partarnir seta seg saman at loysa málið, sigur Høgni Hoydal.
Partarnir, sum hann meinar við, eru Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið, tí hetta er ikki eitt mál, sum liggur undir Undirvísingar- og mentamálastýrinum.
Og hann hevur eisini skilt, at farið er undir arbeiðið at finna semju.
Hótta við verkfalli
Ósemjan ímillum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið er um, hvussu onkur orðing í sáttmálanum skal tulkast.
Talan er um ásetingina um ráðleggingartímar, sum partarnir eru ósamdir um.
Í semjuni ímillum Lærarafelagið Landssýrið stendur m.a., at ?hjá teimum, sum hava felags ráðlegging, verður ein undirvísingartími settur av til felags ráðlegging.
Uppí ráðleggingartíman verður ikki roknað fyrireiking. Hetta ber í sær, at hálvur tími í niðurskurði verður tikin av fyrireikingartíðini?
Og tað skilst, at tað er hesin hálvi tímin, sum ósemjan stendur um.
Lærarafelagið hevur boðað lærarunum frá ósemjuni.
Og samstundis hevur felagið boðað frá, at fæst ikki ein loysn á málinum, er onki annað at gera, enn at leggja arbeiðið niður aftur.
Høgni Hoydal heldur ikki, at Lærarafelagið kann fara í verkfall av hesi orsøk.
? Tá ið ein avtala er undirskrivað og sett í gildi, kann annar parturin ikki bara leggja arbeiðið niður, tí at
? Tað er júst eini støðu, sum hesari, sum høvuðsavtalan skuldi forða fyri, at vit komu í.
?Tað vildi eisini verið heilt burturvið at lagt arbeiðið niður aftaná alla ta tíð og alla ta orku, sum vórðu løgd at fáa semju ílag, sigur Høgni Hoydal.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur ikki verið at hitta.