Lærarar leggja lunnar undir samarbeiðið í vesturøkinum

Í gjár hittust allir lærararnir í vesturøkinum á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Tað eru um 75 fólkaskúlalærarar í vesturøkinum.

Tað vóru skúlaleiðslurnar fyri Vestmanna skúla, Kvívíkar skúla, Miðvágs- Sandavágs skúla og Sørvágs skúla, sum høvdu tikið stig til tiltakið.

Ætlanin við fundinum var, at fáa fólkaskúlalærararnar í vesturøkinum meira samansjóðaðar og møguliga eisini seinni at leggja upp til samstarv millum skúlarnar.

Øll vóru samd um, at tiltakið var gott og at arbeiðast skuldi víðari við tankanum um samstarv í vesturøkinum.