Lærari í 40 ár

Frá fyrsta degi ? í øll hesi árini sum lærarsi, møtti tú fólki, ið høvdu hin vælkenda ironiska hurburðin: góðalív, altíð frí o. s. fr.

Mín samvitska kann, og hevur altíð kunna givið eitt greitt aftursvar, ið altíð endaði við hesum orðum frá fólki: »Nei, lærari, tað hevði eg hóast alt ikki viljað verið«.

Men sjálvur, so havi eg haft eitt gott lív sum lærari. Jú, tað er eitt serligt, og ofta sera strævi arbeiði. Tú arbeiðir dag og dagliga við livandi barnasálum, ikki bert sum undirvísari, men í stóran mun verður tú eisini noyddur inn á tað sosiala økið. Arbeiðið kann ikki gerast upp sum eitt vanligt starvs- og verkamannajob frá kl. 8 til 17.

Eg havi ongantíð kent til nakað annað enn, at lærarastarvið hevur verið minst eitt 12 tíma starv.

Aldrin havi eg sagt við næmingar ella foreldur, ið ringdu um kvøldarnar til mín: eg kann ikki tosa við tykkum, tí hetta er uttan fyri arbeiðstíðina!!! Aldrin havi eg avvíst slíka samrøðu.

Tá eg byrjaði sum lærari í 1958 høvdu vit 36 tíma undirvísing um vikuna á 50 min. Krøvini vóru tá so mikið annarleiðis.

Tíðirnar broyttust og soleiðis broyttist eisini krøvini so við og við.

Sum lærari kundi tú ikki arbeiða uttan so, at tú hevði fullan áhuga fyri tínum lærugreinum og fyri tínum næmingum - ein ærusak.

Og soleiðis havi eg altíð kent mínar arbeiðfelagar. Jú, krøvini komu inn á okkum so spakuliga, so sníkjandi ? tú tókst alt sum givið, hoyrandi til starvið.

Tó broyttist bundna arbeiðstíðin frá 36 tíma viku niður í 27 tíma viku.

Arbeiðssetningurin varð stungin út eftir eini fólkaskúlalóg og tí lesiætlan, ið fylgdi við.

Hesum havi eg arbeitt eftir øll hesi árini, og havi vitað, hvat var kravt, eg skuldi røkka hvørt einasta ár.

Havi ikki tal á hvussu nógvar næmingar, eg havi ført upp til realprógv og seinni fólkaskúlaprógv ? eini 2000 og havi eg eftir besta førimuni lagt alla mína orku í hetta.

Hvussu nógv tíð, eg nýtti um vikuna til hetta, havi eg ongantíð hugsað um ? arbeiði skuldi bara gerast. Men kvøldar- og vikuskiftistímarnir vóru nógvir, ið nýttir vóru til skúlaarbeiði. Tú skalt minnast til, at arbeiði var lagt inn í eina tíðarrammu (15/8?1/7) og tað skuldi náast, og sum áður sagt, so veit eg onki annað enn, at vit lærarar royndu alt at veita eitt gott arbeiðsavrik.

Tað bar ongantíð til at leggja okkara arbeiði niður í eina skuffu!!!

Tað er tí hugstoytt, at embætisfólk í høgtløntum starvi í fíggjarmálastýrinum og sjálvur Karstin Hansen landsstýrismaður í dag melda út, at teir ikki vita, hvat lærarin ger í 2/3 av arbeiðstíð síni.

Tá teir vita so lítið, er tað óskiljandi at teir átaka sær einsamallir at sita hinumegin samráðingarborðið við Føroya Lærarafelag.

Teirra stívrendi, samráðingarháttur tænir ongum máli (Dimma 24.03.2000). Onki undarligt at núverandi støða er íkomin.

Uttan persónligu fyrireikingar og eftirmetingartíð læraranna nyttar undirvísingartíðin onki.

Og hvør kann so fylgja við hvat lærarin ger uttan fyri undirvísingartíðina!


So einfalt

Gevið skúlaleiðsluni nøktandi ábyrgdarløn ? og ikki minst tíð, at fyriskipa og hava eftirlit við, at arbeiðssetningurin sbrt. lógini verður rokkin.

Hvør annar enn skúlaleiðslan kann best standa inni fyri hesum?

Men hava vit ikki ráð til nýggju fólkaskúlalógina ? so er at siga tað! so einfalt er tað. Nýggja skúlalógin sigur, at skúlastýri skulu veljast fyri hvønn skúla sær. Her verða umboð fyri foreldur, næmingar og lærarar.

Tað er plikt fólkaskúlans at fylgja við tíðini, og her liggur stór ábyrgd á lærarunum.

Nýggju skúlastýrini skulu skipast at virka frá 1. januar 2001.

Hesi fáa ómetaliga ávirkan, og kunnu saman við skúlaleiðsluni stýra arbeiðsgongdini á skúlanum.

Men hava tey ikki álit á tí einstaka læraranum ? so er ikki gott, og so skal sigast til beinanvegin.

Og hevur fíggjarmálastýrið ikki álit á lógini ? ja so kann alt gera tað sama.

Møguliga er síðsta petti í oddagrein Dimmalættingar 24. mars 2000 sera áhugavert at umhugsa.


Petur S. Rasmussen