Lærarin fær einki forerandi longur

- Fyrr hevði lærarin autoritet av sær sjálvum, men tað er ikki ein sjálvfylgja í dag, sigur formaðurin í Lærarafelagnum

Leygarmorgunin hevur Lærarafelag Føroya aðalfund, og tá verður Herálvur Jacobsen afturvaldur sum formaður uttan valevni. Hann hevur verið formaður í Lærarafelagnum síðani 2010.


Hann viðurkennir, at uppfatanin av lærarum og natúrligi autoriteturin hjá honum eru nógv broytt seinnu árini, og tað er við til at seta nýggj krøv til lærarar.

- Fyrr hevði lærarin autoritet av sær sjálvum, men tað er ikki ein sjálvfylgja í dag. Hetta ger, at lærarin má uppbyggja sær sítt trúvirði og sín autoritet í skúlanum. Lærarin skal legitimera seg og kunnu argumentera og greiða frá, hví næmingarnir skulu læra hetta og hatta. Næmingarnir eru kritiskir, og tað er gott, og tí skal lærarin verða brynjaður at møta hesum. Lærarin fær einki forerandi longur, bara tí hann er lærari, sigur Herálvur Jacobsen.

Hann vísir á, at lærarin er ikki í nakrari serstøðu í so máta í samfelagnum.

- Nógv fakfólk uppliva tað sama. Viðhvørt mugu læknar til dømis stríðast fyri sínum autoriteti, tí fólk googla og leita halda seg vita meira um symptomir og sjúkur og heilivág. Soleiðis er samfelagið blivið.


- Hetta er sera krevjandi fyri lærararnar – ikki minst teir nýggju, sum koma út í skúlan at arbeiða. Onkrir lærarar hava trupulleikar at fóta sær, men tíbetur eru tað fá sum gevast í starvinum av teirri orsøk.

- Tað er trupult at gera nakað við hetta, og vit fáa illa broytt gongdina í samfelagnum, men tað er ein bati, at lærararnir nú hava fingið eina akkersskipan, har allir nýggir lærarar hava ein royndan lærara at ráðgeva og vegleiða sær. Sum lærari kanst tú kenna teg sum eina fiasko at byrja við, men menna teg til ein góðan lærara, og tí er tað týdningarmikið at hava ein royndan lærara at sparra við og fáa vegleiðing frá, heldur Herálvur Jacobsen.