Hjá summum kennast avbjóðingar altíð kærkomnar, tey vilja heldur bróta upp úr nýggjum enn bert fylgja eftir sum fyri er slóðað. Tá 28 ára gamli havnarmaðurin Heðin D. Poulsen fekk kjansin at taka donsku advokatútbúgvingina, fór hann við áræði undir hana eisini. Nú hevur hann staðið ta krevjandi munnligu prótøkuna, sum annars hevur køvt advokatdreymarnar hjá mongum bragdligum donskum juristi við góðum høvdi og spískum albogum.
Heðin og Kári á Rógvi byrjaðu saman uppá advokatútbúgvingina á heystið 2002 sum endaði við próvtøkuni tíðliga ein mánamorgun í juni. Kári starvast saman við Eyðfinni Jacobsen á advokatvirkinum Faroe Law og umframt hannsara virkna leiklut innan óðalsmentanina, hevur Kári verið skrivari hjá Grundlógarnevndini og er í løtuni næstformaður í Grundlógarnevndini.
Arbeiði, vinna, lesnaður
Heðin vaks upp í Havn, mamman Amalia Maria vaks upp í Hornabø, meðan pápin Daniel Johan er úr Sandvík. Í báðar leggir er Heðin vandur upp við jarðarbrúk og kærleika til ætt og siðir. Saman við konu, foreldrum, bróðir og morbróðir sínum er Heðin tíðliga sum seint á trøðni í Havnardali. Tey fáast í felag við dunnur og seyð og alt, ið hartil hoyrir.
Sum ungur leitaði Heðin tó út um garðarnar. Eftir lokið handilsskúlaprógv vildi Heðin taka við øðrum avbjóðingum enn bert at fylgja streyminum til Danmarkar. Teir báðir vinmaðurin Teitur Nolsøe Poulsen fóru til Skotlands. Fyrstu tíðina arbeiddu teir, fyrst á flakavirki og síðani sum flytimenn. Í Aberdeen gjørdust teir kendir við tað skotska lyndið og ikki minst skotska málið, ið bregður ikki so lítið frá skúlaenskum.
Handilsútbúgvingin skuldi roynast, og teir báðir stovnaðu egið virki, HT-Service, ið tók á seg at flyta inn vørður úr Bretlandi til Føroya. Mangan er tað munandi ódýrari at keypa úr Bretlandi heldur enn úr Danmark; og teir báðir vunnu sær bæði royndir og dagligt breyð burturúr at kanna henda marknaðin.
Men hægri skúli var altíð málið hjá teimum, og fóru báðir á skúlabonk á universitetinum í Aberdeen, ið er millum elstu lærdu skúlar í Bretlandi. Heðin fór at lesa lóg - jura. Skotland byggir bæði á "rómverska lóg," eins og flestu londini á europeiska meginlandinum, og á "common law," eins og England. Tí er Skotland eitt tað besta landið at lesa lógkunnleika í hesum alheimsgjørdu tíðum, tí skotar hava eyga fyri fleiri ymsum siðvenjum.
Men móti fólki, ið vilja lesa uttan fyri Danmark skortar ikki av ákoyringum frá klókum føroyingum: "Tað ber ikki til at lesa jura uttanfyri Danmark - tað er er heilt hvørt sítt." Hetta brikslið hevur Heðin fingið omanyvir seg ótaldar ferðir.
Lítið fet hjá Heðini, men stórt lop fyri føroyingar
Liðugur at lesa fór Heðin heim aftur til Føroya og fekk starv hjá fiskimálaráðnum. Heðin fekk til uppgávu at vera skrivari hjá nevnd at fyrireika yvirtøkuna av málsøkinum trygd á sjónum. Bólkurin arbeiddi miðvíst fram ímóti yvirtøkuni, ið gjørdist ein av fáum væleydnaðum yvirtøkum valskeiðið 1998-2002. Skipaeftirlitið, sum húsast í Miðvági, men virkar kring landið alt, er úrslitið av hesum arbeiði, har Heðin, saman við Halgir W. Poulsen, førdi lógkøna pennin, hóast hann ikki hevði verið ein einasta tíma á danskari skúlabrík.
Eftir yvirtøkuarbeiðið fór Heðin saman við konuni Biritu, ið eisini er lógkøn, at lesa í Southampton í Englandi. Heðin las sjólóg, meðan Birita legði seg eftir altjóða mannarættindum, og varð serritgerðin hjá Biritu um rættindi hjá børnum í Føroyum eftir altjóða sáttmálum prentað í føroyskum lógarriti (FLR).
Heimkomin fór Heðin at starvast sum skipaskráseti. Heðin hevur serliga lagt seg eftir at veita vinnulívinum góða tænastu. Almenn starvsfólk mugu ikki gloyma at tey er til fyri borgaran og ikki øvugt, almennar skrásetingar skulu vera brúkaravinarliga og fyrikomandi. At Heðin sjálvur hevði verið vinnulívsmaður gjørdi, at hann visti hvussu tað var at sita hinumegin borðið.
Um hetta mundið kom fram, at danska advokatsamfelagið var farið at bjóða út advokatútbúgvingina sum eina eftirútbúgving til onnur enn advokatfultrúar. Heðin fekk tá loyvi at taka hesa útbúgving bæði sum alment mennandi eftirútbúgving og sum høvi at prógva, at við góðum háttalagi og góðum høvdi ber til at seta seg inn í danskar rættarreglur uttan júst at hava terpa tær í áravís.
Juristar, sum vilja verða viðurkendir sum advokatar, skulu í Danmark arbeiða hjá øðrum advokati í trý ár (ella fáa hetta góðskrivað) og skulu hava staðið próvtøku eftir lokna eftirútbúgving sum advokatur. Í Føroyum er kravið um próvtøkuna enn ikki sett í gildi. Føroyskir advokatfultrúar kunnu tí sleppa frá próvtøkuni, um teir ikki hætta sær undir hana. Hetta er tó væntandi ikki nøkur forðing fyri at virka í Danmark eisini.
Við dirvi, umenn ikki heilt óræddur, valdi Heðin kortini at fara til próvtøku, og tað sum tyktist so stórt lop fyri føroyingar gjørdist lítið fet hjá Heðini, sum fekk rós fyri at duga væl skipa fund og ráðgeving. Próvtøkan er soleiðis skipað, at tann lesandi skal látast vera advokatur, ið skal ráðgeva eksaminator og censor, ið skulu spæla at vera klientar við ávísum trupulleikum og spurningum. Har skuldi so hesin skotskt-enski løgfrøðingurin ráðgeva um danska lóg; og teir royndu advokatarnir vóru ikki í iva: "har skrevet bestået," søgdu tey.
Streingir so aftur
Heðin er ikki tann, ið hvílur á laurberbløðunum. Nú hann hevur gjørt tey til skammar, sum søgdu at einans donsk útbúgving dugir í Føroyum, fer Heðin beint til aðrar avbjóðingar.
Heðin hevur seinastu árini starvast sum skipaskrásetari á skipaskránni undir fiskimálaráðnum.
Hóast árini á almennari skrivstovu hava verið spennandi og lærurík, so ætlar Heðin ikki vera sitandi til tey bera hann út aftur. Vinnulívið hevur altíð havt hansara serliga tokka, og hevur hann fingið boðið starv hjá partafelagnum Trygd, tryggingarfelagnum, ið vaknaði upp úr dvala eftir at monopolið varð avtikið. Tað eru ikki nógv ár síðani, at tey klóku hildu uppá, at tað var ikki pláss fyri fleiri tryggingum í Føroyum, landið var ov lítið, søgdu tey. Fyri Heðin er tað hóast unga aldurin ikki nakað nýtt at skula klára seg, hóast onnur siga tað ikki at bera til.
Hjá ungfólki, ið ætla at nema sær útbúgving, man tað vera spennandi at frætta, at avbjóðingar og útbúgvingar kunnu nemast so mangastaðni.
x.
Myndatekstur:
Heðin D. Poulsen