Lærlingarnir ongan góðan

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, ið minkar endurgjaldið, virkini fáa fyri lærlingalønir, meðan lærlingarnir eru á skúla. Eftir uppskotinum skal endurgjaldið minkast úr 75% niður í 50%.

Hetta er ein eyka byrða á handverksvinnuna upp á fimm milliónir krónur um árið og fer uttan iva at minka um talið av læruplássum komandi árini. Meira natúrligt hevði tað verið hjá einari samgongu, ið fór til val upp á at betra útbúgvingarmøguleikarnar at sett skipanir í verk, ið stuðla undir møguleikarnar at koma í læru. Politikkurin hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum vísir greitt, at yrkisútbúgvingarnar ongan góðan hava í Mentamálaráðnum.

 

Í lógaruppskotinum er yvirlit við avleiðingum, uppskotið hevur. Har stendur millum annað at: Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir. Hetta hóast at tað eru stórir møguleikar fyri, at broytingin fer at hava ávirkan á ein veikan samfelagsbólk: lærlingarnar. Tað skal so sera lítið til, at vinnan setur færri lærlingar og harvið noyðast enn fleiri av okkara ungu av landinum fyri at fáa sær eina útbúgving.

 

Í 2003 setti táverandi landsstýriskvinnan endurgjaldið niður við 25%, hetta hóast at vinnan og ein minniluti í mentanarnevndini ávaraði um, at hetta kundi fáa ávirkan á lærlingatalið. Á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum sæst, at árini 2003-2005 vóru væl færri lærlingar tiknir inn enn árini frammanundan. Niðurgongdin var so stór, at hesi trý árini vórðu tilsamans gjørdir 181 færri lærusáttmálar enn árini 2000-2002, ein minking uppá 20%.

 

Í hesum døgum hoyrist, at 300 ung ikki sleppa inn á miðnámsútbúgvingarnar aftaná summarfrítíðina. Hvat skulu hesi ungu gera? Skulu tey flyta av landinum at taka sær eina útbúgving? Tað hevði verið meira virðiligt fyri landsstýriskvinnuna í mentamálum at lagt uppskot fyri tingið, ið betraði um møguleikarnar at fáa lærupláss. Vónandi finst ein meiriluti á Føroya løgtingi, ið sær at hetta uppskot ikki skal fáa sømdir.