Frælsur ítróttur
Týsdagin, 27. januar, fara frælsu ítróttarfólkini, Randi Kúrberg, Rógvi Højgaard og Heri Ziska til Vaxjø í Suðursvøríki at venja í eina viku. Har fara svenski landsliðsvenjarin í spjótkasti og maðurin, sum millum annað venur heims- og olympiska meistaran í diskuskast, at leggja lag á.
Millum heimsins bestu
Kastarnir venja miðvíst her heima í Føroyum alt árið, men tað er sera gevandi at fáa nýggj eygu at hyggja at tí tekniska partinum av kastinum. Hetta er orsøkin til, at avgjørt er at fara til Vaxjø, har venjast kann innandura og í einum frælsaumhvørvi, har støðið er sera høgt høgt. Eitt nú kann nevnast, at í felagnum venja Carolina Kluft (heimsins besti 7-kempari hjá kvinnum í nógv ár) og Magnus Arvidssen (ein av heimsins bestu spjótkastarum). Hóast tað primera við vitjanini her og nú er at menna kastarnar fram móti komandi oyggjaleikunum, har málið er heiðursmerki til allar, so er ein fyrimunur við túrinum, at tey trý, sum øll eisini eru venjarar í Hvirluni, fáa íblástur til, hvussu venjing kann skipast.
Framúr venjarar
Teir báðir venjararnir, sum koma at leggja lag á, eru Jonas Mellblom, sum eisini legði lag á seinastu tvey árini, tá kastarnir vóru í Vaxjø.
Hin venjarin er íslendingurin, Vesteinn Hafsteinsson, sum í løtuni venur Gerd Kanter, ið er verandi heims- og olympiskur meistari í diskuskasti. Vesteinn vandi annars eisini Joakim Olsen, sum í seinastuni er meira kendur sum dansari, tá Joakim í meir enn eitt ár lá sum nummar eitt á heimsstyrkilistanum í kúlustoyti og vann sær heiðursmerkir í øllum teimum stóru altjóða meistaraheitunum.