Líta aftur í framtíðina

Landsverk fyllir 60 ár í dag, og har hava tey valt at markera dagin við einari bókaútgávu, sum ýsir søguna, men sum í minst líka stóran mun lítir frameftir

Á lítlari samkomu í morgun handaði Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk, fyrsta eintakið av bókini »Mynstur broytast – Landsverk bygt land í 60 ár« til landsstýriskvinnuna í vinnumálum, Bjørt Samuelsen.

Landsverk er ein stovnur, sum seinastu árini hevur broytt seg munandi frá at vera ein tungur, konservativur stovnur til tann modernaða og dynamiska stovn, hann er í dag.

Tað sló Bjørt Samuelsen fast í stuttari røðu við handanina.

- Eg gjørdist ikki sørt ovfarin, tá eg vitjaði á stovninum fyri nøkrum mánaðum síðani og gjørdist varug við, at Landsverk í veruleikanum ikki er tann tungi, konservativi stovnurin, ið eg helt, og sum bara hugsar um asfalt og betong, segði Bjørt Samuelsen.

Eisini Oyvindur Brimnes legði dent á, at Landsverk í dag ikki bara hugsar um tunlar og brýr, men í minst líka stóran mun hugsar um umhvørvið og um, hvussu hetta hóskar inn í landslagið.

Høvundar til bókina hava verið Firouz Gaini og Helgi Jacobsen. Teir hava býtt arbeiðið upp sínámillum soleiðis, at Helgi Jacobsen hevur tikið sær meiri av tí søguliga partinum, meðan Firouz Gaini hevur hugt meiri at framtíðini.

- Stovnurin er nógv broyttur tey seinastu árini. Hann er vorðin meiri modernaður og meiri strategiskur, og Landsverk var hin fyrsti – í hvussu er almenni – stovnurin, ið byrjaði at arbeiða á henda hátt, segði Oyvindur Brimnes.

Tað er Súsanna McBirnie, ið hevur staðið fyri samskipanini av bókini, meðan Sendistovan hevur havt umbróting og design um hendi.