Hin slapp sær burtur umvegis politiskt “stuntnummar”, sum flokkur hansara hevði sett upp, men sum eingin uttanfyristandandi skilti.
Ivaleyst rýmdu bæði Høgni og Jørgen, tí hvørgin teirra megnaði at vinna Uttanríkisráðnum sjálvsagdan pall, í teirri politiski skipanini, undir verandi ríkisrættarligu støðu. Teir komu í rasshaft av sínum egna barni og vóru noyddir at fara.
Sjálvur mælti eg frá at seta aðalstjóra í Uttanríkisráðnum, tá tað varð gjørt. Ikki minst tí, at ætlanin í rúma tíð hevur verið at lækka talið av aðalráðum úr 9 í 6, fyri at fremja rationaliseringar í almennu fyrisitingini.
Nú Uttanríkisráðið aftur er endað í føvninginum á løgmanni, aftaná at landsstýrismenninir hava stungið í sekkin, eri eg sannførdur um, at rætta løtan er komin at avtaka ráðið. Uttanríkistænastan eigur síðan at verða skipað sum deild undir Lønarskrivstovuni, soleiðis sum støðan var áðrenn Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin og Tjóðveldi (CHE) stovnaðu ráðið í 2008.
Brúk er fyri hvørjari krónu nú Landskassin í fleiri ár hevur havt hall. Týðandi vælferðartænastur eru undir hørðum trýsti, samstundis sum skattir og avgjøld eru millum heimsins hægstu.
Ein samanrenning millum Løgmansfyrisitingina og Uttanríkisráðið bjargar neyvan samlaða landshúsarhaldinum. Men tað hevði spart Landskassanum nakrar kærkomnar krónur, uttan at tað yvirhøvur hevði verið neyðugt at niðurraðfest partin av uttanríkistænastuni, sum er neyðugur at hava.
Løgmaður eigur at bera skjótt at. Hann situr í løtuni við buktini og báðum endunum.
Skal at enda undirstrika, at greinin á ongan hátt er ætlað, sum kritikkur av starvsfólki og leiðslu í ráðnum.